Men tá til stykkis kemur, so er eingin veljarakanning so góð, sum tá veljararnir fara fram at atkvøðukassanum og velja.
Taka vit so úrslitið av fólkatingsvalinum og gera tað um til eitt løgtingsval, so verða stórar broytingar í samansestingini á tingi, tí so verður Sambandsflokkurin tann størsti flokkurin, sum fær 9 tingfólk. Javnaðarflokkurin næstur við 8, síðani Fólkaflokkurin 7 og Tjóðveldi helst við 6. Tað kundi merkt, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin gjørdu eina heimastýrissamgongu einsamallir. Ein samgonga, sum ikki er roynd áður. Bara tvær ferðir hava vit havt tveyflokkasamgongur. Tað var valskeiðið 1950-54, tá Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin vóru einsamallir í samgongu, og tá Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin vóru einsamallir í samgongu frá 1991-93.
Men hóast vit taka fólkatingsvalið sum eina veljarakanning, so vita vit av royndum, at heldur ikki hon er serliga eftirfarandi fyri eitt løgtingsval. Eitt er, at Miðflokkurin ikki stillaði upp hesaferð. Men taka vit teir fýra stóru flokkarnar, so vita vit av royndum, at úrslitið ikki er tað sama, hóast fólkatingsvalið bara er góðar tveir mánaðir fyri løgtingsvalið. Soleiðis var eisini í 2015, tá fólkatingsval var 18. juni og løgtingsval 1. september.
Hesaferð var fólkatingsvalið 5. juni og løgtingsvalið verður eftir ætlan løgmans 31. august.
Ímynda vit okkum, at munurin hjá flokkunum á báðum valunum í 2015 verður tann sami í ár millum fólkatings- og løgtingsval, so skal Fólkaflokkurin rokna við eini framgongd og fær 24 prosent. Sambandsflokkurin missir, tí lutfalsliga fleiri sambandsfólk fara á fólkatingsval. Flokkurin hevði fingið 22,5 prosent. Javnaðarflokkurin hevði fingið 26,3 og Tjóðveldi 15,7 prosent. Tað hevði givið Fólkaflokknum 8, Sambandsflokkinum 7, Javnaðarflokkinum 8 og Tjóðveldi 5 tingfólk.
Helst fara vit at síggja aðrar veljarakanningar fram til løgtingsvalið, og helst fara tær eisini at peikað í ymsar ættir.
Fólkatingsvalið er heldur ikki ein veljarakanning. Men eitt val til Fólkatingið. Vit vita, at veljarar hugsa øðrvísi til løgtingsval – og enn er góð tíð hjá ymsu flokkunum og valevnunum at gera vart við seg. Men eins og áður vísti fólkatingsvalið, at tann, sum hálar atkvøður inn í Havn – hann vinnur valið.