TIÐINDI     SOSIALURIN

Mouldi meldaði fyri brot á grein 266b

Mouldi Manai var farin á kafé við einum vinmanni, tá ein maður kom við niðrandi útsagnum móti teimum, tí teir eru muslimar.

 

- Tit bumba og drepa og vilja yvirtaka alla verðina, hevði maðurin millum annað sagt. Endin gjørdist, at Mouldi Manai mátti ringja eftir løgregluni, og maðurin er nú dømdur fyri brot á grein 266b, vanliga kallað "rasismuparagraffin".



- Eg føli meg at hava sama rætt sum øll onnur menniskju.

Soleiðis sigur Mouldi Manai, nú Føroya rættur í farnu viku fann ein mann sekan í brot á grein 266b og dømdi hann at gjalda 10 dagbøtur á 300 krónur.

Maðurin var í februar í fjør komin við ljótum og niðrandi útsagnum móti Mouldi Manai og einum vinmanni hansara orsakað av teirra átrúnaði, og endin varð, at Mouldi Manai mátti melda mannin.

Maðurin greiddi í Føroya rætti frá, at hann hevði tosað um víðgongdar islamistar - og ikki muslimar sum heild - men dómarin metti, at maðurin var sekur.

 

 

Vanur við skemt

Mouldi Manai er vanur við, at fólk skemta við hansara átrúnaði, og ofta er skemtið rættiliga groft.

- Fólk skemta ofta og siga "helvitis arabari" ella "helvitis muslim". Serliga um okkurt er hent onkrastaðni úti í heimi, har onkur muslim hevur gjørt okkurt býtt, so siga fólk "tig tín helvitis fani." Men eg havi verið her í 49 ár. Eg veit, nær fólk meina tað, og nær tey ikki meina tað.

 

Mouldi Manai helt eisini, at dømdi maðurin skemtaði, tá hann byrjaði at tráspyrja seg, um hann var muslim. Tveir aðrir menn sótu eisini við borðið, og teir hildu eisini, at dømdi maðurin skemtaði.

- Hinir báðir, sum sótu har, hildu í fyrstuni eisini, at hann skemtaði bara. Teir flentu í full drøn og hildu, at tað var stuttligt, at hann arbeiddi upp á Mouldi. Men tað var ikki at arbeiða upp á Mouldi. Tað var meira enn tað. Eg setti meg til eitt annað borð, men hann kom aftaná, sigur Mouldi Manai um tilburðin.

- Har sat ein dama har inni, og hon hugdi upp á meg fleiri ferðir fyri at vita, hví eg ikki reageraði - hví eg ikki svaraði aftur. Men eg tímdi ikki. Eg tími ikki at fara upp at berjast á einari kafé, so eg ringdi eftir løgregluni ístaðin, sigur Mouldi Manai.

 

 

 

Føroyingar eru ikki rasistar

Hóast tilburðurin var skelkandi fyri Mouldi Manai, og hann er vanur við at hoyra bæði eitt og annað um sín átrúnað, so metir Mouldi Manai ikki, at føroyingar eru rasistar.

- Føroyingar eru ikki rasistar. Tað vil eg siga. Men ein føroyingur kann gott ikki dáma ein annan persón. Ein føroyingur kann síggja meg og siga "mær dámar ikki Mouldi". Tað er er vanligt, at føroyingar halda "mær dámar handan, men mær dámar ikki handan, og mær dámar ikki Mouldi." Men tað er ikki tí, at eg eri muslim, ella hvat tað skal vera, sigur Mouldi Manai.

- Men hevur tú so gjørt nakað, og tann persónurin ikki dámar teg frammanundan, so kann hann gott finna upp á at siga: "Mær dámar ikki Mouldi, tí hann er ein helvitis muslim."

Mouldi Manai vísir eisini á, at tað er serliga millum tey ungu í Føroyum, at tú finnur tolsemi. Ungir føroyingar ferðast nógv, og tað, at tey hava upplivað heimin uttan fyri Føroyar, hevur havt við sær, at rasisma er ikki nakað, ið hoyrir ættarliðnum til, heldur Mouldi Manai.

- Ung fólk í Føroyum eru heilt annarleiðis enn tey eldru. Tey leggja ikki í, um tú ert gulur ella svartur ella hvítur. Um tú uppførir teg pent, so er alt fínt. Føroyar eru broyttar nógv.

- Tað, sum tað drejar seg um í Føroyum, er, at tað er líkamikið, hvør tú ert. Tú skalt bara uppføra teg pent og hava virðing fyri fólki. Halt teg til føroyska mentan og viðurskifti. Um tú lagar teg eftir, hvussu fólk uppføra seg í Føroyum, so er eingin trupulleiki. Føroyar er eitt lítið samfelag, og tú mást vera ein av teimum, sigur Mouldi Manai.

 

 

 

Lóggávan er góð

Í fleiri umførum hevur verið roynt at skoyta orðing um "kynsliga sannføring" upp í grein 266b, og tað eydnaðist í 2006. Hvørja ferð hevur greinin elvt til kjak, har summi halda, at greinin ger seg inn á talufrælsið í Føroyum. Í farnu viku gjørdi Bjørn á Heygum, advokatur, í Kringvarpinum eisini greitt, at greinin skuldi verðið strikað úr revsilógini, tí at hon ger seg inn á talufrælsið.

Men Mouldi Manai er ikki í iva. Grein 266b er góð at hava.

- Eg haldi, at lóggávan er góð, tí hon verjir tey veikastu í Føroyum - tey, sum eru annarleiðis. Øll lóggáva, sum verjir onkran - til dømis minnilutar - er góð. Tað er umráðandi at hava. Hetta varpar ljós á nakað umráðandi, so fólk vita, at tey kunnu ikki gera, sum tey vilja, sigur Mouldi Manai og vísir á, at nú greinin hevur verið roynd í Føroya rætti, kunnu fólk ikki lata sum um, at tey ikki vita, at tey ikki kunnu gera, sum teimum lystir.

- Hendan greinin vísir á, at talufrælsið gongur her til, og so ikki meira. Tú kanst hava talufrælsi, men tú kanst ikki hava talufrælsið til at loypa á onnur. Markið til demokrati endar, tá tú fert at gera teg inn á onnur, sigur Mouldi Manai.

Í rættinum spurdi verjin hjá dømda manninum eisini Mouldi Manai, hví hann ikki fór avstað, tá maðurin ikki vildi gevast. Hetta heldur Mouldi Manai lítið um

- Kann mann spyrja so? Hví skal eg fara avstað? Havi eg ikki sama rætt at vera har, sum hann og øll onnur?

 

Kennast væl

Tað serliga við málinum er, at teir báðir Mouldi Manai og dømdi maðurin kennast væl.

- Eg kenni hann væl, og eg kenni familjuna hjá honum væl. Vit kennast øgiliga væl, sigur Mouldi Manai og leggur aftrat, at hann berur ikki agg.

- Um hann hevði komið og sett seg hjá mær nú, so hevði eg uppført meg sum fyrr. Eg fari kanska ikki at provokera og seta meg við síðuna av honum, um hann er úti onkrastaðni, men eg fari ikki avstað, um eg síggi hann. Tað ger hann heldur ikki, haldi eg.