TIÐINDI     SOSIALURIN

Oddagrein: Samstarv við Fólkaflokkin = skræll



Tað er ikki av ongum, at Aksel V. Jo­hann­e­sen hevur gjørt púra greitt, at undir hans­ara leiðslu fer Javnaðarflokkurin ikki í sam­gongu við Fólkaflokkin. Tí lands­stýr­is­sam­starv millum Javn­að­ar­flokk­in og Fólk­a­flokk­in er ein rein kata­strofa fyri Javn­að­ar­flokkin. Tað vísa val­tølini púra greitt. Eftir fimm samgongur við saman við Fólkaflokkinm hevur Javn­að­ar­flokk­ur­in mist yvir 20 prosent.
Fyrsta samgongan millum Javn­að­ar­flokk­in og Fólkaflokkin var skipað eftir val­ið í 1974. Atli Dam var løgmaður, og triði sam­starvsflokkurin var Tjóð­veld­is­flokk­ur­in. Sum heild hildu fólk nógv um hesa sam­gongu, sum serliga var kend fyri all­ar yv­ir­tøkurnar.
Men fyri Javnaðarflokkin merkti tað á løg­tings­valinum í 1978, at flokkurin mátti siga farvæl við nógvar veljarar. Flokkurin misti 3,5 pro­sent­stig og fór frá at vera størsti flokkurin við 25,8 prosentum nið­ur á 22,3 og mátti lata seg yvirhála av Sam­bands­flokk­i­num.
Samgongan helt fram – men klárði bert tvey ár. Hon slitnaði í 1980. Og aftur mátti Javn­að­arflokkurin leggja rygg til eitt tap. Hes­a­ferð misti flokkurin 0,7 pro­sent­stig og fekk bara 21,7 stig. Flokkurin, sum síð­ani 1958 og 20 ár fram hevði verið størsti flokk­ur, mátt nú lata sær lynda, at lata  Sam­bands­flokkurin fóru við tí heiðr­i­num.
Flokkurin vaks aftur. Og á valinum í 1990 fekk flokk­urin 27,5 prosent – og fór aft­ur í sam­gongu við Fólkaflokkin. Aftur var Javn­að­ar­flokkurin revsað­ur illa av velj­ar­a­num, sum sendi annaðhvørt ting­fólk floks­ins til hús. Av teimum 10 í 1990 vórðu bara 5 vald á ting í 1994, og flokk­ur­in misti 12,2 prosentsig. Hann fekk ein ordans bakkalóara.
Flokkurin kom tó uppaftur á 21,8 pro­sent í 2004 og fór aftur í samgongu við Fólk­a­flokkin. Og á valinum í 2008 kom revs­ing­in: Flokkurin misti 2,5 prosentig og fór niður á 19,3 prosent. Í 2008 fór flokk­ur­in aftur saman við Fólka­flokk­i­num, og aft­ur á valinum í 2011 kom revs­ing­in frá velj­ar­u­num: Flokkurin misti 1,6 pro­sent­stig og end­aði á 17,7 prosentum.
»Brent barn ræðist eld«, sigur orða­tak­ið. Tað er tí ikki løgið, at Aksel V. Jo­hann­e­sen skerpir hugsjónarligar grundstøðið við at útiloka samgongusamstarv við Fólk­a­flokkin. So er spurningurin, um tað er nóg mik­ið til, at tolni maðurin úr Klaks­vík fær eitt tørn afturat í tinganesi.