TIÐINDI     SOSIALURIN

Oddagrein: Valið valla framskundað

Einki bendir á, at hinir and­støð­u­flokk­ar­nir fara at gera sum Jenis av Rana úr Miðflokkinum hevur bið­ið um – at kalla Løgtingið saman av við­gera tey 57 málini, sum lógu eft­ir, tá tingið fór heim í summarfrí.

 



Lítið er tí sum beindir á, at Løg­ting­ið verður kallað saman. Lands­stýr­ið kann tað sama spara sær ó­mak­in, tí við sínum 15 atkvøðum megn­ar sam­gongan einki mál at bera ígjøgn­um tingið uttan andstøðuna.
Hinvegin kann andstøðan gera sum hon vil. Men helst er ikki semja í and­støð­uni um tað. Um vit hugsa okk­um, at Løgtingið verður kallað sam­an, og at til dømis eitt mis­álit­is­upp­skot skuldi verið lagt fram um løg­mann, so er tað neyvan hugs­andi, at tað hevði verið samtykt kort­ini. Tað stund­ar til val, og tá vita allir pol­it­ik­arar, at tá gert tú einki, sum kann koma tær aftur um brekku.
Eingin veit, hvør samgonga verð­­ur skip­að aft­an á val­ið, og tí loys­ir seg ikki at brenna brýr. Fríggj­arí­ið seinastu tíðina mill­um Javn­að­ar­flokk­in og Sam­bands­flokk­in er ikki utt­an týdning og hevur sjálv­andi sína orsøk.
At Tjóðveldi spísk­aði ful­l­veld­is­re­­­tor­­­ikk­in í fólka­tings­val­stríð­n­um hev­ur fingið summi í Javn­aða­r­flokk­i­­num at ressast við. Onnur – teirra mill­um helst løgmaður sjálv­­ur – yppa bara øksl og hugsa, at hetta man vera meira í orðum enn í gerð­­um. Men er onkur kynkur í sam­starv­inum við Tjóðveldi, so er Sam­bands­flokk­ur­in hin møguleikin hjá løg­manni.
Kanska hevur júst fólkatingsvalið loypt hvøkk á samgonguna, tí teir trígg­ir sam­gongu­flokk­ar­nir fingu bara 46,6 prosent av atkvøðunum.
Á løgtingsvalinum høvdu teir 52,8 pro­sent til samans. Hóast fólka­tings­val og løgtingsval ikki kunnu sam­an­berast, tí tey ofta eru so ym­isk, so kann tað kortini vera ein á­bend­ing.
Skuldi onnur samgonga verið skip­að eftir valið, so kundi hon ver­ið  mill­um Sambandsflokkin og Fólka­flokk­in. Við fólkatingsvalinum í huga, so hevði slík samgonga verið und­ir sam­bands­leiðslu við Bárði Niel­sen sum løgmanni.
Samstarvið millum Javnaðar­flokk­in og Tjóðveldi kann enda av mate­mat­iskum ávum – at Framsókn, Tjóð­veldi og Javnaðarflokkurin ikki fáa meiriluta. Tá kann Javn­að­ar­flokk­ur­in vera noyddur at fríggja til Sam­bands­flokkin. Tjóðveldi fer valla í eina full­veldissamgongu við Fólka­flokk­in hesaferð. Men tann tíðin fer helst at koma.
Valla verður tingið kallað saman og neyvan verður løgtingsvalið framskundað.