Kjak um Trump endaði við knívstungu

Ein maður varð í Føroya rætti í gjár varðhaldsfongslaður í 15 dagar fyri at hava stungið vinmann sín í beinið við knívi umframt at hava hótt fyrrverandi unnustu sína við at gera enda á henni og síðani sær sjálvum

Maðurin var skuldsettur í trimum málum. Í tveimum málum fyri brot á grein 266 í revsilógini, ið er um hóttanir, og í einum máli fyri brot á grein 245, sum er fyri grovan harðskap.

 

Hóttanir umvegis Snapchat

Maðurin var í fyrsta føri skuldsettur fyri at hava sent hóttanir til fyrrverandi unnustu sína umvegis...