Ólavsøkan møguliga flutt

Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs, og formaðurin í Tórshavnar Ítróttarráð, Harald Joensen, tykjast ikki ósamd, tá Heini í Havn Magnussen førir fram, at staðsetingin av ólavsøkuni á Skálatrøð við tivoli og øðrum er ósjarmerandi, dýrt og riggar ikki. Møguliga verður okkurt av hesum flutt niðan aftur í býin.

Tað var herverk ímóti ólavsøkuni at flyta hana oman á Skálatrøð. Tað heldur Heini í Havn Magnussen, í lesarabrævi í Sosialinum og á in.fo.

Hann sigur, at ólavsøkan minkar alsamt í vavi og sjarman við henni minkar fyri hvørt ár. Og tað er bara staðsetingini fyri at takka, har alt nú er kroyst saman á Skálatrøð...