Politisku ungmannafeløgini gott rekruteringstól

Ásannast má, at talan gjørdist um eitt serligt løgtingsval farna vikuskifti. Síðani heimastýrislógin varð sett í gildi, hevur løgtingið havt 14 løgtingsfólk, ið hava verið yngri enn 30, og fýra teirra sita nú samstundis á tingi.

Hallbera West, doktari í politiskari vísind á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur, at tað er torført at siga, hví ungu valevnini fingu so góða undirtøku júst hesaferð. Men styrkt ungmannafeløg kunnu hava havt sín leiklut at spæla.

 

- Hví tað eru so nógv ung tingfólk júst hesaferð er ringt at...