QHeri Mohr 11. apríl 1940 segði Winston Churc­h­ill í Undirhúsinum: “We are occupying the Far­oe Is­lands by land, sea and air.” Og tveir dag­ar seinni, 13. apríl, snimma á morgni, komu nøkur bretsk he­r­skip inn á Nólsoyarfjørð og

11. apríl 1940 segði Winston Churc­h­ill í Undirhúsinum: “We are occupying the Far­oe Is­lands by land, sea and air.” Og tveir dag­ar seinni, 13. apríl, snimma á morgni, komu nøkur bretsk he­r­skip inn á Nólsoyarfjørð og løgdu stilt nak­að sunn­an fyri Molan í Havn.

Talan var um 10.000 tons stóra bretska herskipið Suffolk, tveir de­stroy­arar og tveir ar­mer­aðar trolarar. [Um HMS Suffolk kunnu vit siga, at tað herskipið var við í jagstranini í 1941 av tí týska slagskipinum Bismarck millum Ísland og Grønland].
Næmingarnir í realskúlanum fingu frí, og fóru vit øll út á mol­an –...