TIÐINDI     SOSIALURIN

- Rumenarnir trívast væl í Jekaragøtu

- Í prinsippinum blanda vit okkum ikki upp í teirra viðurskifti, sigur Pauli Olsen, arbeiðsformaður hjá Málarameistaranum Uni Zachariassen



Málarameistarin Uni Zachariassen hevur seinastu góðu 4 árini havt eina avtalu við Firmport, sum skaffar teimum útlendska arbeiðsmegi úr Rumenia. Tríggir av rumenunum, sum mála hjá Málarameistaranum Una Zachariassen, búgva í húsunum hjá Firmport á Jekaragøtu. Tann, sum hevur búð har longst, hevur búð har í meira enn fýra ár. Hetta samstarvið riggar væl.

- Vit eru væl nøgdir við samstarvið við Firmport. Tí hava vit eisini hildið fram við samstarvinum øll hesi árini, sigur Pauli Olsen, arbeiðsformaður í málarafyritøkuni. 

Teir lata væl at

Hjá Málarameistaranum hava tey ikki varnast nakað ónøgdsemi frá rumensku starvsfólkunum um Jekaragøtu, eins og nakrar aðrar fyritøkur hava. 

- Teir lata væl at og eru nøgdir. Teir eru jú komnir til Føroya fyri at arbeiða, og teir vilja gjarna liva so bíliga sum møguligt. Tað er annars heldur ikki lætt at finna bústað í Føroyum, sigur Pauli Olsen og vísir á ein vansa við bústaðarviðurskiftunum har.

- Tað kann vera eitt sindur keðiligt viðvíkjandi larmi um náttina, tí har eru nøkur, sum arbeiða í skiftivaktum. Men vit síggja einki aftur á arbeiðnum hjá teimum, tí teir eru sera arbeiðssamir, sigur hann.

"Finnið tykkum okkurt annað"

Hvat høvdu tit gjørt, um rumensku starvsfólk tykkara høvdu klagað og sagt, at teir vóru ónøgdir við sín bústað á Jekaragøtu?

- So høvdu vit sagt, at viðkomandi má royna at finna sær okkurt annað. Tað er upp til teir sjálvar. Í prinsippinum blanda vit okkum ikki upp í teirra viðurskifti, sigur Pauli Olsen og samanber við føroysku starvsfólk teirra.

- Um ein føroyingur hevði sagt við okkum, at hann gjarna vil hava eina aðra íbúð, so høvdu vit sagt tað sama. Men starvsfólk okkara láta væl at, og so mugu vit taka útgangsstøði í tí. Um teir so ikki lata væl at, mugu vit taka støðu til tað, sigur Pauli Olsen.

Málarafyritøkan hevur eisini sjálv skaffað bústað til síni útlendsku starvsfólk áður. 

- Kanningin fær okkum at hugsa

Sjálvur hevur Pauli Olsen ikki verið íbúðunum hjá Firmport á Jekaragøtu, men hann hevur hoyrt um bústaðarviðurskiftini har í sambandi við kanningina "Rumenar á loftinum" og miðlaumrøðu hesa vikuna.

- Sjálvandi fær tað okkum at hugsa, tí vit eru góðir við okkara fólk og vilja teimum tað besta. Vit eru avgjørt ikki líkasælir, sigur hann og vendir problemstillinginum á høvdið:

- Hinvegin eru tað eisini nógvir føroyingar, ið liva soleiðis. Tað kemur bara ikki fram í miðlunum uppá sama máta sum hetta, sigur Pauli Olsen, formaður.

Rumenarnir, sum arbeiða hjá Málarameistaranum Una Zachariassen eru sambært Paula Olsen í Havnar Arbeiðsmannafelag, og teir fáa meira í løn, enn sáttmálin ásetur. Haraftrat fáa teir eina ferð heim til familjuna hvørt ár. Teir, sum hava verið her longst, fáa eitt sindur meira ágóðar.