Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum


Sambandsflokkurin: Viðgerðartrygd, hægri pensjón og barnafrádrátt

Trý av teimum ítøkiligu vallyftunum, sum Sambandsflokkurin fer til val uppá, er viðgerðartrygd til øll innan 30 dagar, at grundupphæddin hjá pensjónistum skal hækkast við 580 krónum, og at barnafrádrátturin skal hækka við 2000 krónum fyri hvørt barnið

Tað var Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum legði valskránna hjá flokkinum fram í Smæruni í Havn mikudagin.

Vallyfti á sosialu síðuni

Tað er serliga innan tey meira sosialu økini, at flokkurin roynir at dyrgja eftir atkvøðum. Valtilfarið var heldur ikki bara í tí vanliga bláa litinum, men tann...

Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum