TIÐINDI     SOSIALURIN

Sjónvarpsrásir úr øllum heiminum vilja vísa føroyska krimirøð

– Tað eru fleiri sera stórar útlendskar sjónvarpsrásir, sum nú bara bíða eftir TROM. So talan er um eina sendirøð av teimum heilt stóru, sigur Helene Aurø, sum arbeiðir við at selja føroysku krimirøðina TROM

Her hava Torfinnur Jákupsson, Jón Hammer og Helene Aurø framløgu um TROM á heimskendu filmssølustevnuni Berlinale í februar í fjør



Seinni í ár fer framleiðslan til mest ambitiøsu filmsverkætlanina í Føroya søgu í gongd. Talan er um krimidramarøðina TROM, sum gøtumaðurin Torfinnur Jákupsson hevur skrivað leikritið til. Áhugin fyri TROM er óvanliga stórur, og sjónvarpsrásir úr øllum heiminum vilja sleppa at vísa føroysku sendirøðina.

– Allur heimurin bíðar eftir at síggja TROM beint nú.

Soleiðis sigur Helene Aurø, sølustjóri í danska filmsølufelagnum REinvent Studios, sum arbeiðir við at selja og marknaðarføra TROM.

REinvent hevur seinastu mánaðirnar verið í samráðingum við sjónvarpsrásir úr eini 10 londum, og nú verður síðsta hond løgd á endaligu avtalurnar. Talan er um avtalur við sjónvarpsrásir í londum sum Onglandi, Týsklandi, Belgia og Fraklandi. Avtalurnar innibera, at sjónvarpsrásirnar eru við til at fíggja TROM, áðrenn sendirøðin er gjørd, soleiðis at hon seinni kann vísast á hesum rásunum. Tað er ikki alment enn, hvørjar hesar sjónvarpsrásir eru, men Helene Aurø vissar fyri, at hetta eru stórar sjónvarpsrásir við høgum hyggjaratølum.

TROM hevur allan pakkan

At fleiri stórar sjónvarpsrásir vilja spýta pengar í eina føroyska sendirøð, áðrenn hon er gjørd, má merkja, at TROM er nakað heilt serstakt. Helene Aurø vísir á, at TROM hevur fleiri styrkir sum sendirøð á altjóða støði.

– Sendirøðin er attraktiv, tí tað er ein krimisendirøð, sum tað altíð er stórur eftirspurningur eftir. Samstundis hevur sendirøðin nøkur aktuell evni, sum hava týdning í dagsins samfelag. So tað er tann góða søgan, og so er tað eisini altíð positivt, tá søgan er grundað á skaldsøgur, sigur hon og greiðir víðari frá.

– Tað heilt serliga við TROM er, at hetta er fyrsta ordiliga sendirøðin úr Føroyum. Vakra og harðrenda føroyska landslagið er ein karakterur í sær sjálvum, og mann hevur ikki sæð føroyska landslagið sum karm um eina sendirøð áður. Hetta ger TROM ógvuliga attraktiva fyri útlendskar kundar, sigur Helene Aurø, sum hevur nógvar royndir við at selja norðurlendskar sendirøðir uttanlands.

– Fólkini handan sendirøðina eru sera dugnalig, og tað hevur nógv at siga fyri, hvussu sannførandi TROM er fyri útlendskar kundar, leggur hon aftrat.

Berlinale gav góð úrslit

Í februar varð føroyska krimirøðin løgd fram á Berlinale, sum er ein av heimsins størstu filmssølustevnum. TROM varð vald út sum ein út av bert tíggju nýggjum røðum til at leggjast fram. Fleiri av heimsins størstu aktørum í filmsheiminum vóru til staðar, og endamálið við framløguni var at finna møguligar íleggjarar til TROM.

– Tað var øgiliga stórt og týdningarmikið at blíva útvald til tað millum fleiri 100 sendirøðir. Vit hava fingið sera góð úrslit burturúr tí og hava fingið ta útlendsku fíggingina, sum vit hava roynt at fingið, sigur Helene Aurø.

– Ein fragd at vera partur av TROM

Í fyritøkuni REinvent eru tey sera errin og glað fyri at sleppa at umboða TROM.

– Vit halda, at vit hava funnið eina heilt unikka sendirøð, sum tað er ein æra og fragd at geva út. Innan fyri sølu, marknaðarføring og framleiðslu av sendirøðum, so sigur tað seg sjálvt, at tað snýr seg um at finna heilt serligar sendirøðir, tí kappingin er sera stór. Men við TROM føla vit, at hava funnið nakað, sum onnur ikki hava funnið fram til, og tað eru vit sera glað fyri, sigur ein spent Helene Aurø.

Málið er, at TROM skal standa seg líka væl sum stóru útlendsku sendirøðirnar, og at hon verður seld kring allan heimin.

– Tað eru fleiri sera stórar útlendskar sjónvarpsrásir, sum nú bara bíða eftir TROM. So talan er um eina sendirøð av teimum heilt stóru. Eg rokni sanniliga eisini við, at TROM fer at vinna eina rúgvu av virðislønum, tí hetta er nakað heilt serligt. Hetta er nakað so spennandi, sigur sølustjórin í REinvent Studios.

Framleiðslan í gongd seinni í ár

Høvuðsparturin av fíggingini er við at koma í mál, og tey vænta at byrja at framleiða sendirøðina í ár. Í løtuni eru tað nøkur praktisk viðurskifti, sum skulu fáast í rætt lag, áðrenn farið verður undir framleiðsluna, og hetta veri seg eitt nú avtalur við grunnar. Tey eru í dialogi við nakrar sjónleikarar, men hetta er heldur ikki nakað, sum er heilt avgjørt og alment enn.

– Um alt gongur, sum tað skal, so verður alt hetta uppá pláss um nakrar mánaðir. Eg rokni í øllum førum við, at tað verður klárt at fara í gongd við framleiðsluna í summar, sigur Helene Aurø.

 

Søgugongdin:

TROM er ein krimirøð, ið byggir á bøkurnar hjá rithøvundanum Jógvan Isaksen um Hannis Martinsson. Torfinnur Jákupsson hevur skrivað handritið sum eina samanrenning av bókunum, soleiðis at fleiri søgutræðrir eru tillagaðir fyri at leggja eitt nýtt grundarlag fyri sendirøðini, sum kann fevna um fleiri sesongir. Hvør partur verður 55 minuttir langur.

Søguinngangurin er føroyskt grindadráp: Tá ið líkið á einum djóraverndarfólki kemur undan kavi í einum blóðugum grindadrápi, vágar miðlamaðurin Hannis Martinsson sítt egna skinn fyri eina stórfingna søgu, ið skelkar avbyrgda oyggjasamfelagið Føroyar, har ein og hvør brádliga kann koma undir illgruna fyri morð.

Umvegis kanningarnar hjá Hannis Martinsson kemur røðin inn á mong viðkomandi áhugaverd evni, og grindadráp er í høvuðsheitum bert karmur um søguinngangin til eitt størri krimiplott og ein størri umhvørvisligan vinkul. Torfinnur Jákupsson greiddi soleiðis frá í samrøðu við Sosialin í vár: 

– Røðin snýr seg í størri mun um felagsskap og familju og eitt samfelag í broyting. Søgan viðger evni sum synd, bjarging og rættvísi. Tað er ein krimisøga, men eisini ein viðmerking um samtíðarsamfelagið. Hon hyggur at Føroyum sum ein minni útgáva av tí stóra heiminum. Hon viðger okkara felagstilvit og setur spurnartekin við, hvørji vit eru, okkara persónliga og tjóðskaparliga samleika.

Her hava Torfinnur Jákupsson, Jón Hammer og Helene Aurø framløgu um TROM á heimskendu filmssølustevnuni Berlinale í februar í fjør