Havstein Klein hevur seinastu fimm árini verið sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi (Mynd: Petur E. Poulsen)


Skíggjar og stákan kunnu køva jólaboðskapin

– Jólaboðskapurin er, at Jesus gjørdist menniskja og kemur okkum nær í Jesusi Kristi. Tað er ein avbjóðing við skíggjunum og jólastákanini, ið hevur hug at taka uppmerksemi, sigur Havstein Klein, sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi, sum minnist aftur á tey meira róligu jólini uttan so nógvar gávur, pynt og jólastákan, hann og familjan hildu í Mara í Tansania í nøkur ár

Sandsprestur hugsar nógv um, hvussu hann skal fáa veruliga jólaboðskapin fram, nú jólini annars eru so nógv merkt av skíggjum, stákan og gávum.

– Veruligi jólaboðskapurin er, at Gud gjørdist hold, at Jesus varð føddur sum eitt lítið barn, og hetta var alt fyri okkara skuld, fyri at vit aftur skulu fáa atgongd til...

Havstein Klein hevur seinastu fimm árini verið sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi (Mynd: Petur E. Poulsen)