Skulu føla seg trygg at ringja til 112

- Vit kundu handfarið uppringingina til 112 betri, og slíkt læra vit altíð av. Tá slíkar støður sum tann í síðstu viku henda, hyggja vit altíð eftir okkum sjálvum og spyrja, um tað er nakað, ið vit kundu gjørt betri. Tað sigur Steen Nørskov, sjefpolitiinspektørur í løgregluni, til søgurnar, ið hava staðið í Vikuskiftis-Sosialinum og Sosialinum mánadagin, um fólk, ið føla tey ikki verða tikin í álvara, tá tey ringja til 112 um full fólk

Løgreglan tekur nú í egnan barm og er farin undir at eftirmeta tvær støður í síðstu viku, tá fólk ringdu í samband við fullar menn, ið tey mettu høvdu tørv á hjálp.

Í Vikuskiftis-Sosialinum bar til at lesa um eina hending í miðbýnum í Havn mikudagin, tá ein maður, ið var rýmdur av Landssjúkrahúsinum, sat avdottin í...