TIÐINDI     SOSIALURIN

So verður aftur bjóðað til Country & Bluesfestival

Sørvágs Country & Bluesfestivalur verður í døgunum, 13.-16. juni, og eins og undanfarin ár verður tónleikurin ryggurin í tiltakinum



Umframt at hetta er ein tónleikafestivalur, er hetta eisini eitt familjutiltak, sum vendir sær til børnini, tey ungu, tey tilkomnu og til tey eldru.

Longu í kvøld – mikukvøldið klokkan 18 – verður vælumtóktað eldratiltakið í fimleikarhøllini í Sørvágs skúla, og hetta tiltak verður aftur í annaðkvøld klokkan 18.

Mikukvøldið er bara eldratiltakið á skránni, men umframt eldratiltakið hóskvøldið, verður hósdagin eisini søla av armbondum hjá HT-foto til festivalin, og her verður málningaframsýning í kirkjuhúsinum.

Seinnapartin hósdagin verður Bassa-føðingardagur á Dugna-palli, og klokkan 20 hóskvøldið verður tónleikur í Western Saloon, har hildið verður fram til á midnátt.

 

Festivalurin settur

Setanin av Sørvágs Country & Bluesfestivali verður fríggjakvøldið klokkan 19, og setanin fer fram á Dugna-palli.

Annars verður ymiskt á skránni í Sørvági longu fríggadagin, har armbond til festivalin kunnu keypast hjá HT-foto í tímunum frá klokkan 11 til 02.

Á festivaløkinum byrjar matsølan fríggjadagin klokkan 16, tá tónleikur eisini verður í Western Saloon.

Í tímunum frá klokkan 16 til 20 fríggjadagin verður barnatiltak í Sørvági, og málningaframsýningin í kirkjuhúsinum heldur fram.

Frá klokkan 19 - beint eftir setanina - verða konsertir á Dugna-palli, og her verður hildið fram til klokkan 01.30, tá seinastu bólkarnir fara á pall.

Frá klokkan 20 fríggjakvøldið verða eisini konsertir á Stakka-palli, har seinasti bólkurin fer á pall klokkan 00.35.

 

Leygardagurin

Tað er serliga leygardagurin, sum verður hin stóri dagurin í Sørvági, og her verður lagt fyri longu klokkan 09 við morgunmati í 07 Vestur-húsinum. Klokkan 13 leygardagin koma bilar til Trucker-festivalin, sum annars verður sunnudagin klokkan 13 úti á Bakka í Sørvági.

Leygardagin og leygarkvøldið verður nógvur tónleikur á skránni, og her verða fleiri bólkar at hoyra bæði á Dunga-palli og Stakka-palli.

Klokkan 15 leygardagin verður barnatiltak við Rógva B. Dam á Dunga-palli, og her fer fyrsti tónleikabólkurin á pall klokkan 20.

Bæði á Dunga-palli og Stakka-palli verða tónleikaframførslur alt leygarkvøldið.

Seinasti bólkurin fer á Dugna-pall leygarkvøldið klokkan 01, og seinasti bólkurim fer á Stakka-pall klokkan 02.

Sunnumorgunin klokkan 8 verður aftur morgunmatur í 07 Vestur-húsinum.

Meira um Sørvágs Country & Bluesfestival kann lesast á country.fo