TIÐINDI     SOSIALURIN

Havrannsóknarskip í politiskum ivaveðri

Ivaspurningarnir eru framvegis ov nógvir til at løgtingið torir at samtykkja lógaruppskotið um havrannsóknarskip. Tvær royndir at broyta lógaruppskotið vóru ikki nóg mikið, og málið varð tí sent aftur í nevnd



Hóast løgtingið fríggjadagin fór í summarfrí, so heldur politiska telvingin um nýggja havrannsóknarskipið fram. Lógaruppskot nummar 119, sum skal geva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum heimild at lata onkran privatan byggja eitt havrannsóknarskip til tað almenna at brúka, varð ikki avgreitt. Í tólvta tíma varð málið beint aftur í Vinnunevndina, ið nú skal viðgera tveir grundleggjandi spurningar. Fíggjarleistin og spurningin um upphavsrætt.
Tvær royndir vórðu annars gjørdar at loysa nevndu knútar, áðrenn løgtingið fór í summarfrí, men ivaspurningarnir eru framhaldandi ov nógvir. Tí tóku 18 tinglimir undir við Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi, ið vildi hava málið aftur í nevnd, heldur enn at avgreiða málið.
- Vinnunevndin fer at viðgera hetta lógaruppskotið á fundi í næstu viku, sigur Alfred Olsen, formaður.
Enn er tó ov tíðliga at siga, um viðgerðin verður liðug, áðrenn løgtingið kemur saman at avgreiða lógaruppskotini um makrel- og sildafiskiskapin í summar, væntandi 27. mai.

Upphavsrættur
Undir viðgerðini í Vinnunevndini varð spurningurin um upphavsrætt reistur. Havstovan hevur gjørt neyvar kravspecifikatiónir til nýggja havrannsóknarskipið, sum síðani er detailprojekterað í samstarvi við skipasmiðjuna Mest. Trý starvsfólk á Havstovuni hava tí gjørt Fiskimálaráðið varug við reglur um upphavsrætt, nú lógaruppskotið leggur upp til at lata detailprojektið víðari til onkran privatan at byggja skipið út frá. Niðurstøðan hjá teirra sakførara er heilt greitt, at hvørki kravspecifikatiónir ella tekningar kunnu brúkast, og skipið kann heldur ikki smíðast uttan loyvi frá upphavsrættarhavara.
- Vinnunevndin varð gjørd varug við hesa støðuna, og vit mugu tí lýsa spurningin um upphavsrætt út í æsir, sigur Alfred Olsen.
Eitt broytingaruppskot, har ein orðing um at havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi útbjóðingartilfarinum hjá Havstovuni, varð broytt til at skipið skal byggjast samsvarandi krøvum, ið skipið skal brúkast til, varð heldur ikki nóg mikið fyri løgtingið.
- Nei, tað eru framvegis ivaspurningar um upphavsrættin. Vit mugu lýsa, hvussu nógv skipið kann líkjast teimum upprunaligu tekningunum, uttan at vit gera okkum inn á reglurnar um upphavsrætt, sigur Alfred Olsen.
Formaðurin í Vinnunevndini viðgongur í sama viðfangi, at í ringasta føri eru tær átta milliónirnar, ið tað almenna higartil hevur brúkt uppá at tekna og projektera nýggja havrannsóknarskipið, farnar fyri skeytið.
- Ja, verður eitt havrannsóknarskip bygt av privatum, og verandi tekningar ikki kunnu brúkast, so er tað væl støðan, sigur Alfred Olsen.
Fiskimálaráðið sigur í sínum viðmerkingum til Vinnunevndina hjá løgtinginum, at grundleggjandi er talan um aðra verkætlan, nú privatur skal byggja skipið. Og ráðið heldur tað ikki vera rætt, at lógin bindur verkætlanina til tað detailprojekt, sum landið longu hevur gjørt. Tí hevði Fiskimálaráðið sjálvt eitt broytingaruppskot til sítt egna uppskot, har mælt varð til eina orðing í lógaruppskotinum, ið sigur at”havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøvum frá Havstovuni.”

Fígging
Líka síðani landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum bar lógaruppskotið um havrannsóknarskipð í løgtingið, hevur ivi verið um fíggingarleistin. Í samrøðu við Sosialin 21. mars metti Jørmann Petersen, statsaut. revisor hjá grannskoðarafyritøkuni Januar, at fleiri viðurskifti benda á, at talan er um fíggjarliga leasing. Stóru andstøðuflokkarnir á løgtingi hava somu støðu og mæla snøgt sagt frá at brúka henda fíggingarleist. Og tá málið kom til 2. viðgerð gjørdu samgongutinglimirnir Jóan Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum somu niðurstøðu.
- Eg kann ikki liva við hesum fíggjarleisti, ið er at samanbera við kreativa bókføring, segði Reimund Langgaard, sum atkvøddi ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Spurningurin um fíggingarleistin liggur nú eisini í Vinnunevndini hjá løgtinginum.
- Tað er hin høvuðsspurningurin. Vit mugu fáa endaliga greiðu á, hvørt talan er um leigu ella leasing, sigur Alfred Olsen, formaður.
Undir tingviðgerðini gjørdi samgongan eina roynd at sleppa undan hesum spurningi. Tað var snøgt sagt gjørt við at strika ásetingina í lógaruppskotinum, har sagt varð at landsstýrismaðurin skal í avtaluni við ein privatan tryggja sær keypsrætt til havrannsóknarskipið. Í viðmerkingunum til hetta broytingaruppskot stendur beinleiðis, at tað er gjørt fyri ”at beina burtur spurningar um fíggjarliga leasing.”
- Nei, her eru framvegis ov nógvir ivaspurningar, sigur Alfred Olsen um tað broytingaruppskotið.
Formaðurin í Vinnunevndini vil tó ikki gera beinleiðis viðmerkingar til greiðu støðuna hjá partamanninum Reimund Langgaard, sum mælir til at tað almenna finnur pengarnar og sjálvt byggir havrannsóknarskipið.
- Eg havi hoyrt sjónarmiðini hjá Reimundi Langgaard. Men í Vinnunevndini hava vit eitt lógaruppskot, har mælt verður til at lata onkran privatan byggja skipið. Verða pengar funnir, soleiðis at tað almenna sjálvt kann byggja skipið, so taka vit tað við eisini. Men í løtuni er tað uppskotið hjá landsstýrismanninum, ið er til viðgerðar, sigur Alfred Olsen.
Vinnunevndin fer at viðgera málið á fundi í næstu viku.



FAKTA
Soleiðis verður roynt at sleppa uttan um reglur um upphavsrætt:

Upprunauppskot:
§ 1. Landssty?rismanninum verður heimilað at gera avtalu um langti?ðarleigu av ny?bygdum havrannso?knarskipi i? upp til 20 a?r.
Stk. 2. Havrannso?knarskipið skal byggjast samsvarandi u?tbjo?ðingartilfari hja? Havstovuni.

Broytingaruppskot frá Fiskimálaráðnum:
§ 1, stk. 2. Havrannsóknarskipið skal byggjast samsvarandi krøvum frá Havstovuni

Broytingaruppskot millum tingviðgerðirnar:

§ 1 stk. 2. Landssty?rismaðurin verður heimilaður at byggja havrannso?knarskipið samsvarandi teimum krøvum, ið skipið skal bru?kast til.

FAKTA
Soleiðis verður roynt at sleppa undan spurninginum um fíggjarliga leasing:

Upprunauppskot:
§ 1. Landssty?rismanninum verður heimilað at gera avtalu um langti?ðarleigu av ny?bygdum havrannso?knarskipi i? upp til 20 a?r.
Stk. 4. Landssty?rismaðurin skal i? avtaluni tryggja sær keypsrætt til havrannso?knarskipið.

Broytingaruppskot millum tingviðgerðirnar:
§ 1, stk 4. verður strikað
Viðmerkingar til broytingina: A?setingin um, at landssty?rismaðurin skal tryggja sær keypsrætt til skipið, verður strikað. Hetta verður gjørt fyri at beina burtur spurningar um fi?ggjarliga leasing.