TIÐINDI     SOSIALURIN

Soleiðis gert tú tín egna køksgarð

Tað ber væl til at fáa ymiskt grønt at vaksa í Føroyum. Vit hava verið framvið hjá Hjálpirót at spyrja, hvussu tú byrjar tín egna køks- ella urtagarð



Køks- og urtagarðar er kanska ikki tað fyrsta, ið rennur til hugs, tá tú hugsar um Føroyar. Yvirhøvur er kalt, tað er nógvur vindur, og talið av sóldøgum er ikki júst tað allar hægsta.

Men hóast umstøðurnar hava sínar avmarkingar, so ber saktans til - við vilja og einum sindri av hegni - at gera sín egna køksgarð.

Hevur tú nýliga bygt hús, og stykkið er nýliga planerað, er fyrsta stigið sjálvandi at fáa mold í garðin. Moldin í Føroyum er tung og tjúkk, og tað kann vera neyðugt, at moldin skal blandast upp við sandi og øðrum, soleiðis at hon verður meira luftig. Skalt tú leggja mold í allan garðin, er best at spyrja um ráð frá einum gartnaríi.

 Ynskir tú ikki at velta ella sáa beinleiðis niður í garðin, ella hevur tú avmarkað pláss, ber eisini til at fáa sær eitt hábeð. Rammur til hábeð fáast til keyps í ymsum handlum, men annars kann eitt hábed eisini gerast úr tilfari, ið tú hevur liggjandi við hús. Minst bert til, at vatn má kunna renna frá beðinum, so allur vøksturin ikki liggur undir í vatni.

 Ein týðandi partur av køksgarðs- og urtagarðsvirksemi er at hava kompost til planturnar og grønmetið. Kompostbunkar kunnu vera leingi um at brótast heilt niður, so týðandi er at byrja við kompostinum í góðari tíð, soleiðis at har er nokk av komposti, tá tú einaferð hevur brúk fyri honum. Kompostbunkin kann gerast við at samla tað ruskið, ið kemur úr garðinum, og leggja tað í løgum í bunkan - aðruhvørjaferð fínt grønt tilfar, so sum gras og bløð, og groft tilfar, so sum sundurkliptar greinar.

 Sjálvandi er neyðugt at gera av, hvat grønt tú vilt hava í garðin. Talan skal helst vera um okkurt, ið kann vaksa í føroyska veðurlagnum. Eplir, røtur og gularøtur er uttan iva tað mest vanliga, men yvirhøvur eru góðar royndir av káli av ymsum slag, so sum brokkoli ella grønkál.

 Gróðurstíðin í Føroyum er stutt, og tí er gott at seta grønmeti niður so tíðliga sum gjørligt, soleiðis at tað fær so nógvar sóltímar sum til ber. Tað er frægast at fáa spírarnar út í garðin í apríl mánaði, og skynsamt er fyrst at forspíra í vindeyganum, soleiðis at vøksturin fær eina góða byrjan upp á lívið. Sáa fræ í eggjabakkar ella heimagjørdar avískrukkur og set í eitt ljóst vindeyga. Tá spírarnir eru voksnir nakað, kanst tú seta tað út í køkshavan.

Um tú hevur kompost, skalt tú breiða hann út millum spírarnar. Kompostur kann vera rættiliga sterkur, og tí er tryggari at hann liggur omaná moldini, annars kann hann svíða røturnar.

Tað er, at frosturin brádliga kemur aftur, eftir at tú hevur sett spírar niður í garðin. Tá ber til at leggja eitt súltutoysglas oman yvir spírarnar ella at leggja ein hvítan fipurdúk yvir beðið, sum heldur eitt sindur upp á hitan. Hetta hevur samstundis eisini tann fyrimunin, at sniglar og skaðakykt sleppa ikki so lætt framat tí grøna.

 Føroyska veðurlagið merkir eisini, at grønmetið má liggja longri undir mold, enn tað hevði gjørt í útlondum. Yvirhøvur líður út á heystið, áðrenn tú fært nakað til høldar. Hinvegin merkir hetta, at tú hevur meira tíð at fylgja við í vøkstrinum og njóta tað arbeiðið, ið tú hevur hevur framt.

 

 


 

Hvat er kompostur?

Kompostur er niðurbrotið lívrunnið tilfar, ið verður nýtt til antin at grava niður í moldina ella at leggja omaná veltu ella beð. Kompostur inniheldur nógv, ið er gott fyri plantuvøkstur, umframt at komposturin ger moldina betri.

Vanliga er tað tað garðsburturkast - bløð, gras, smáar greinar og líknandi, ið verður komposterað. Summi kompostera í einum opnum bunka, meðan onnur brúka tangar ella eitt tómt hábeð til kompostbunka. Tað er blandingin av kolevni og køvievni (carbon og nitrogen), ið setir ferð á niðurbrótingina av tilfarinum, soleiðis at eftir einum ella hálvumøðrum ári er burturkastið vorðið til eina svarta samanrenning, ið líkist svartari mold. Kompostur er sera góður fyri plantuvøkstur, og verður av tí sama oftani kallaður Svart Gull av teimum, ið fáast við køksgarðar.

 


 

Bokashi kompostering

Tað ber eisini til at kompostera køksrusk innandurða. Bokashi kompostering er ein luftfrí kompostering við geri, sum aloftast brúkar køksrusk. Komposteringin gongur fyri seg í einari lítlari spann við túti, har tú koyrir ymiskt køksrusk í, so sum flus, skal og matleivdir. Kompostger verður stroytt omanyvir, ið setir gongd í eina fermenteringsprosess, sum hevur við sær, at tilfarið ikki rotnar.

Bokashi kompostering hevur fleiri fyrimunir. Fyri tað fyrsta minkar tú um burturkastið, ið annars hevði endað í vanligu ruskspannini. Fyri tað næsta er bokashi kompostering munandi skjótari enn vanlig kompostering, tí tað tekur bert tvær vikur at niðurbróta kompostin, tá hann er komin útum.

Haraftrat er saftin - ella teið - frá bokashi kompostinum frálíkt flótandi tø, sum kann brúkast bæði inni sum úti, verður tað tynt við vatni.

Hóast bokashi komposteringin fyri tað mesta gongur fyri seg innandurða, er kortini neyðugt at tøma spannina í útikompost í tvær vikur ella at grava tað niður, fyri at tað skal kompostera liðugt.

 


 

Flogfenaður

Hevur tú pláss (og tíð og hug) at halda høsn, er hetta eitt frálíkt ískoyti til ein sunnan køksgarð. Nógv av garðsburturkastinum kann nýtast sum matur til hønurnar, og høsnaskarnið er framúr tøð, ið kann fara aftur í garðin. Høsnaskarn hevur høgt innihald av fosfor, kalium og nitrogen, ið er sera gott fyri plantuvøkstur.

Er tað ov krevjandi at hava vanligar hønur, ber eisini til at fáa sær lynghønur - vaktlar - sum krevja sera lítið pláss, og sum eisini verpa frálík egg, hóast tey eru nakað lítil.

 


Tøð

Hevur tú einki ella ikki nóg mikið av høsnaskarni, ber eisini til at nýta annað tilfar til taðingarevni. Saftin hjá bokashikompostinum er gott taðingarevni, men tað ber eisini til at taða við te, ið er gjørt av notum.

Kroyst, knekka ella hakka eitt kilo av notum, legg í eina spann og fyll upp við 10 litrum av vatni. Legg okkurt omaná noturnar, so tær liggja undir vatnskorpuni, og legg lok á spannina.  Ongantíð betri, um hevur tú eitt luftlás ella gerrør at seta í lokið, so luft sleppur frá men ikki til. Lat standa í minst eina viku, sálda noturnar frá og blanda teið upp aftur 1:10 við vatni. So hevur tú flótandi tøð.

 


 

Gott at hava í huga:

 

·      Fuglar eta skaðakykt og sniglar. Færri skaðakykt, betri vøkstur

·      Reyðmaðkur er sera góður fyri moldina

·      Morsnigil etur so at siga alt, ið hann kemur framá. Klipp morsnigil í hevt og koyr hann í rusk

·      Ansa eftir, at ókrútið ikki tekur yvir og køvir grønmetisplanturnar

·      Minst til at vatna, um tað brádliga gerst turkur. Tað er ikki so óvanligt, at tað ganga tvær vikur uttan regn