TIÐINDI     SOSIALURIN

Stórur meiriluti fyri at samkynd kunnu giftast

KANNING 62 prosent av føroyum eru fyri, at samkynd sleppa at giftast borgarliga



Eirikur Lindenskov

Hóast løgtingið er ímóti, so er fólkið í Føroyum fyri, at samkynd skulu sleppa at gifast.
Tað vísir kanning hjá Lóður, sum hevur spurt 535 føroyingar um hetta málið.
Kanningin vísir, at 62 prosent av føroyingum eru fyri, tá teir verða spurdir, sum teir taka undir við at samkynd skulu kunna verða borgarliga vígt. Í spurninginum verður víst á, at tað snýr seg um at vígslur á ráðhúsum og sýsluskrivstovum, men ikki í kirkjum og samkomum.
Hinvegin eru tað 28 prosent, sum eru ímóti, og 10 prosent sum ikki vita.
Hyggja vit eftir býtinum millum kynini, so eru tað heldur fleiri kvinnur, sum taka undir við, at samkynd skulu sleppa at giftast. 63 prosent av kvinnunum siga ja, meðan 60 prosent av monnunum siga ja.
Hyggja vit eftir aldusbýtinum, so sæst, at tað er breið semja í øllum aldursbólkum um, at samkynd skulu sleppa at gifast. Ein ávísur munur er tó at síggja, at heldur fleiri av teimum yngru enn eldru, eru fyri. Men munurin er ikki stórur.
Av teimum, sum eru millum 15 og 29 ár eru 71 prosent fyri, 16 ímóti, og 13 sum ikki vita.
Av teimum, sum eru millum 30 og 44 ár eru 64 prosent fyri, 24 ímóti og 12 prosent, sum ikki vita.
Av teimum, sum eru millum 45 og 59 eru 59 prosent fyri, 33 prosent ímóti og 8 prosent, sum ikki vita.
Av teimum í tí elsta aldursbólkinum, tey millum 60 og 75 ár, eru 53 prosent fyri, 38 prosent ímóti og 9 prosent, sum ikki vita.
Alt í lat vísir kanningin hjá Lóðri, at stórur meiriluti av føroyingum, bæði kynini og fólk í øllum aldursbólkum, eru fyri at loyva samkyndum at gifast borgarliga.