TIÐINDI     SOSIALURIN

Kaj Leo og avlurtingarpakkin



Zakarias Wang
---

Nú var Kaj Leo í sjónvarpinum at greiða frá, hvussu tað bar til, at flokkur hansara sam­bært síðstu gallup-kanning er minkaður og stendur til at missa tríggjar av teimum átta monnunum, sum hann fekk á valinum 2011.
Sjálvandi er stór statistisk óvissa um eina kanning, har bert 500 fólk eru spurd. Men hetta sleppur ongum undan at hugsa um hvør or­søkin kann vera til hesa afturgongd.
Er nakað mál, sum kann hava fingið veljararnar til knapp­­liga at venda Kaj Leo bakið?
Jú, tað er tað.
Tað er málið um avlurt­ingar­pakkan!
Kaj Leo stendur fyri al­­menn­inginum sum tann, sum hevur trýst avlurtingar­pakkan gjøgnum løgtingið. Hetta er nakað, sum sera nógv fólk eru misnøgd við, og til ber at boða frá síni misnøgd við at siga, at tey ikki longur stuðla løgmanni.
Men hví er Kaj Leo farin undir at noyða løgtingið at seta alla hesa
avlurting í verk? Hetta er ikki nakað, sum hann hevur tikið úr egnum brósti.
Tað er onkur, sum hevur boðað honum frá, at hetta skal hann gera.
Tað er eyðsæð, hvat ið her er á vási. Tað er løgmálaráðið í Danmark, sum hevur før­oysku løgregluna undir sær, og teir hava sæð, at tær av­lurtingarreglur, sum galda í Danmark, ikki eru í gildi her. Tað ber til hjá føroyingum at tosa í telefon uttan at danska løgreglan kann vita hvat ið tosað verður um. Løgmálaráðið kann tí held­ur ikki siga útlendsku sam­starvsfelagum sínum, hvat ið føroyingar hugsa og gera. Hetta vil danska løg­málaráðið ikki longur lata sær lynda, og tí skulu teir sleppa framat at lurta eftir øllum tí, ið føroyingar tosa um í telefon og samskifta um á teldum. Hetta er eisini gald­andi fyri facebook, twitter og aðrar sosialar miðlar.
Tað er hetta, sum fólk ógvast um. Tey halda, at nú verður gingið teimum ov nær, og tí flýggja tey í torvum frá teimum flokkum, sum vilja, at danir skulu fylgja við í øllum tí, sum vit gera í Føroyum. Tey vilja ikki lata sær lynda, at útlendingar skulu sleppa at lesa okkum sum eina opna bók.