Staðbundna ferðavinnan mennist av Trælanípuni

– Vit hava millum 30 og 100 útlendsk ferðafólk, ið fara út á Trælanípuna hvønn dag. Tað gevur arbeiði til 2-4 ferðaleiðarar dagliga, umframt fólk, sum sum sita vakt, sigur Jóhannus Nattestad, ein av festarunum í Nípuni

Síðani 2. apríl hava eigarar og festarar av Nípuni í Vágum veitt tænastu til útlendingar, ið ynskja at fara út í náttúruperluna Trælanípuna.

Ánararnir hava skipað seg við parkeringsplássi, skúri, vesum, kaffi, gjaldstøð og kunning um Trælanípuna og Vágar. Teir sita vakt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Og...