TIÐINDI     SOSIALURIN

Steðga glíðibreytini og tryggar karmar til vinnuna

– Vit skulu fáa Føroyar aftur av glíðibreytini, skapa tryggar karmar til vinnuna og fáa eina 10 ára vakstrarætlan samtykta, segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum



Miðflokkurin legði í gjár í Kaffihúsinum í Havn fram valskránna til løgtingsvalið, ið verður leygardagin 31. august. Ein valskrá við ikki færri enn 84 punktum. Evnini vóru nógv og fjølbroytt, men Jenis av Rana læt ongan iva vera um, at tað eru tey kristnu virðini, ið eru grundstøðið undir valskránni og stevnuskránni hjá flokkinum.

– Miðflokkurin ynskir av hjarta at tryggja Føroyar á kristnari grund. Í løtuni uppliva vit, at samfelagið er úti á eini glíðibreyt, sum vit hava ávarað um í nógv ár, og tað er longsul okkara at fáa samfelagið inn aftur á eina trygga grund. Tað valdið liggur í hondunum á veljarunum, at hann til valið ikki velur flokkar, sum liggja úti á glíðibreytini, sigur Jenis av Rana.

Einki løgfrøðiligt kynsskifti

Jenis av Rana vísti á, at fleiri av politisku flokkunum ætla at fara longur á leið eftir 266b, og hesum fer Miðflokkurin at stríðast ímóti.

Hann vísti eisini á, at hjúnabandið bara er millum mann og kvinnu, at fosturtøkulógin eigur at broytast við nullhugsjón sum endamáli, at øll lóggáva er galdandi fyri barnið í móðurlívi, og at løgfrøðiligt kynsskifti als ikki eigur at koma upp á tal.

– Nú er uppskot frammi í Danmark, har børn heilt niður í seks ára aldur kunnu skifta kyn, um tey kenna seg fødd í skeivum kroppi. Skulu børn niður í seks ára aldur so eisini fáa valrætt ella rætt til at keypa rúsdrekka? Tá ið hetta er komið til Danmarkar, so er vandi fyri, at tað skjótt kemur til Føroyar eisini. Men hetta má ikki henda, segði Jenis av Rana.


10 ára vakstrarætlan

Miðflokkurin legði eisini í valskránni stóran dent á, at vinnan má hava tryggar karmar at virka undir.

Jenis av Rana vísti á, at vinnan eigur at verða skattað av úrsliti, og pengar skulu ikki takast frá onkrari vinnugrein, av tí at tað gongur væl hjá hesari vinnugreinini.

– Tað, sum eyðkennir vinnulívið, er støðuloysi. Vinnan veit ikki, hvat hon hevur í morgin. Vinnan torir ikki at keypa nýggj skip, men ístaðin keypir hon gomul skip, sum kappingarneytarnir skrotta, tí tey eru ótíðarhóskandi. Tað er av berari neyð, sigur Jenis av Rana.

Miðflokkurin legði fram eina 10 ára vakstrarætlan fyri alt Føroyar. Í stuttum gongur hon út uppá, at eitt tilmæli verður gjørt av umboðandi pørtum í føroyska samfelagnum, til dømis arbeiðarafeløg, arbeiðsgevarar, almennir og kommunalir myndugleikar, serfrøðingar og onnur. Vakstrarætlanin skal so samtykkjast av løgtinginum, og hon skal eisini endurskoðast javnan.

Alt ov langir bíðilistar
Jenis av Rana vísir á, at bíðilistarnir í heilsuverkinum eru alt ov langir. Hann vísir millum annað á teir í neurologiska økinum, giktaøkinum og kvinnusjúku-økinum.

– Eg havi spurt meg fyri, og eg droymdi ikki um, at teir eru so langir, sum teir eru. Hetta skapar ein ójavnvág í samfelagum. Tey vælbjargaðu hava tryggingar ella ráð at fara av landinum til serlæknar, men tað hava tey tímaløntu neyvan ráð til. Hendan ójavnvág hevur hendan samgongan millum annað skapt við sáttmálasamráðingum, at nøkur fáa nakrar fyrimunir, sum onnur ikki fáa, sigur Jenis av Rana.

Hann vísir eisini á, at fylgjari eigur at vera við, tá ið sjúklingur fer av landinum.

– Sum nú er fáa 40 prosent av fólkinum ikki fylgjara við. Hjá teimum vælbjargaðu er hetta ikki ein trupulleiki, tí tey fara kortini, men tað kunnu tey tímaløntu vanliga ikki. Hendan samgongan hevur skapt gjáir. Tað gjørdu tey, tá ið tey góvu teimum vælbjargaðu eina lønarhækkan, ið er 10-12 ferðir so stór, sum tey tímaløntu fingu tveir dagar aftaná. Hesin ójavnvágin má burtur, sigur Jenis av Rana. 

Nógv vallyfti
Umframt evnini, ið her eru nevnd, so hevði Miðflokkurin nógv onnur vallyfti: Somu rættindi til frískúlar sum til fólkaskúlan, fara í gongd við byggjan av vardum bústøðum, sambýlum og øðrum, psykiatrisk skaðastova verður skipað, gerontologur (eldralækni) verður settur í starv, játtanir til hjálparfelagsskapir dagførast og tryggjast, minking av plastdálking setast í verk, skattalætta til lág- og miðalinntøkur, mótrokningsfría upphæddin hjá pensjónistum hækkar til 100.000 krónur, kringvarpsgjaldið avtikið og public service sáttmálin bjóðaður út alment, avtøka av uppboðssølu og tilfeingisgjaldi hjá fiskivinnuni, størri játtan til tollvaldið, sendistovu í Ísrael, hægri menningarhjálp, betri samferðslu til útjaðaran og ferð á boring av tunlum til Dals, norð um Fjall og til Famjins.

– Vit hava pengarnar. Í staðin fyri at seta teir í ein grunn, sum er ætlaður at loysa við, so kunnu vit brúka teir til at hjálpa teimum, sum veruliga hava brúk fyri hesum pengum nú, segði Jenis av Rana millum annað.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum