TIÐINDI     SOSIALURIN

Stirvin skipan: Fekk einki barsilsútgjald

Kimberly Joy og Walther Thomassen Olsen fingu ein kvøkk, tá Kimberly brádliga gjørdist við barn í 2018. Walther hevði stutt fyri stovnað egna fyritøku og var ikki greiður yvir, at hann skuldi tekna trygging fyri at fáa barsilsgjald. Hóast lítla Emilia hevði kolikk, var einki annað at gera hjá Walther enn at vera verðandi til arbeiðis, meðan Kimberly var einsamøll við Emiliu



Walther Thomassen Olsen er útbúgvin timburmaður, og hevur alt sítt vaksna lív arbeitt sum timburmaður. Fyri tað mesta hevur hann arbeitt sum arbeiðstakari hjá øðrum fyritøkum, men fyrst í 2018 gjørdi Walther av at seta á stovn egna fyritøku.

Barsilsskipanin hevur serliga skipan fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Umframt vanliga barsilsgjaldið skulu sjálvstøðug vinnurekandi eisini tekna sær trygging hjá barsilsgrunninum, sum kostar 500 krónur um árið. Hendan tryggingin skal hava verið í gildið í eitt samanhangandi ár, áðrenn tú hevur rætt til útgjald.

Walther Thomassen Olsen visti einki um hesa tryggingina, tá hann fór undir at stovna fyritøku, og av somu grund hevði hann heldur ikki teknað sær trygging. Tað kom tí sum ein skelkur, tá Kimberly stutt eftir gjørdist við barn, og tey funnu útav, at Walther hevði ikki rætt til farloyvi.

– Tað var nakað, sum vit funnu útav tá, at hetta var broytt. Tað var ikki fyrr enn Kimberly varð upp á vegin, at vit fóru í holt við at kanna farloyvi. Har var einki at koma eftir. Eg hevði onga trygging, og tað var tað. Tey vóru hvørki til at høgga ella stinga í. Skuldi eg í farloyvi, mátti eg sjálvur gjalda fyri tað, sigur Walther Thomassen Olsen.

 

Walther kennir seg snýttan, nú hann hevur goldið til barsilsskipanina í 18 ár, men ikki kundi fara í barsil sjálvur, tá tey høvdu tørv á tí.

– Tú følir teg reyvrendan. Tú betalir fyri nakað, sum tú ikki fært. Eg betali fyri at onnur sleppa í farlovyi, men ikki eg. Mann betalir fyri vælveruna hjá øðrum, sigur Walther Thomassen Olsen.

 

Álvarin í støðuni skuldi vísa seg, stutt eftir at tey bæði fingu dóttrina Emiliu. Stutt eftir barnsburð vísti tað seg, at Emilia hevði kolikk.

 

Einsamøll til Føroya

Kimberly Joy er úr Taiwan og kom til Føroyar í 2012. Kimberly kom einsamøll til Føroya, og familjan situr eftir í Taiwan, og tí var tað ein harður umgangur hjá Kimberly at sita einsamøll heima við einum kolikkbarni. Stutt eftir, at Kimberly hevði átt Emiliu, doyði pápi Kimberly eisini, og tá stóð heilt illa til. Kimberly mátti av landinum til jarðarferð, og tað var tungt at koma aftur til Føroya.

– Eg varð simpulthen noyddur at gjalda fyri at fáa mammu mína upp til Føroyar at vera hjá Kimberly at hjálpa henni, so hon ikki sat einsamøll við Emiliu allan dagin. Tað var ein dýrur umgangur, sigur Walther, sum heldur, at tað júst í hesi fyrstu tíðini, at familjan hevði tørv á, at hann kundi vera heima.

Kravið hjá barsilsskipanini er tó, at tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í eitt ár, so tá bar ikki til hjá Walther at fáa útgjald frá barsilsgrunninum.

– Vit vóru heppin. Emilia hevði bara kolikk í fýra fimm mánaðir, men tað kann vara nógv longri, sigur Kimberly Joy.

 

Avmarkað barsilsútgjald til Kimberly

Áðrenn Kimberly átti Emilu, var hon lesandi á Setrinum. Kimberly arbeiddi við síðuna av um seinnapartin og um kvøldarnar, men inntøkugrundarlagið var ikki so stórt, at hetta fór at gera stórvegis mun, tá hon skuldi hava útgjald úr barsilsgrunninum.

– Tað endaði við, at eg føldi meg noydda at fara til arbeiðis. Walther hevur sítt, men eg eri lesandi, og tað er avmarkað, hvørja inntøku eg havi. So eg royndi at arbeiða so nógv sum eg kundi í síðstu løtu áðrenn termin, soleiðis at eg kundi hækka inntøkugrundarlagið eitt sindur, sigur Kimberly Joy.

– Eg visti, at tá eg hevði átt, kundi eg ikki bara fara til arbeiðis, tá eg vildi. Nú royni eg at fara til arbeiðis, tá eg havi stundir um dagin, og arbeiðsgevarin hevur tørv á mær. Men um kvøldarnar havi eg lektiur, og tað er ikki soleiðis, at eg havi familju her, sum líka kann ansa Emiliu í nakrar tímar um kvøldið, meðan eg eri til arbeiðis.

 

Tað gekk hart út yvir øll, at Walther var noyddur at vera til arbeiðis fyrstu tíðina, meðan Kimberly var einsamøll heima við Emiliu, sum hevði kolikk.

– Walther hevði tað ikki gott við at vera til arbeiðis fyrstu tíðina. Hann vildi sjálvandi vera heima hjá okkum, tí tað gekk ikki so væl hjá Emiliu.

Emilia fekk ikki etið fyri kolikkini, og tí vóru nógvir túrar út á sjúkrahúsið í tíðini eftir føðing. Endin gjørdist eisini, at Emilia varð innløgd, og tá mátti Walther brúka hvønn døgurðasteðg úti á sjúkrahúsinum.

– Tú ert allatíð stúrin fyri dóttrini. Eg sá væl á Walther, at hann var keddur. Og eg visti, at hann var illur um, at hann ikki kundi fáa tað farloyvi, sum hann annars burdi havt rætt til. Vit vóru eisini bæði kedd, at Walther ikki kundi vera við fyrstu tíðina, tí at tað gongur so skjótt. Børn vaksa skjótt, og áðrenn tú veitst av, so eru tey ikki pinkubørn meira, sigur Kimberly og leggur aftrat, at hon græt nógv fyrstu tíðina, bæði tí dóttirin stríddist, men eisini tí at sjeikurin var í tvíningum.

 

Ein frustrerandi tíð

Hóast Walther ikki fekk útgjald úr barsilsgrunninum, so mátti hann kortini taka sær frí í eina viku, stutt eftir at Kimberly hevði átt, og so aftur nakrar vikur seinni. Men at missa ta inntøkuna, samstundis sum at Kimberly hevði avmarkað útgjald úr barsilsgrunninum, og Emilia hevði kolikk, merkti, at talan var um eina tíð, ið var merkt av stúran.

 

– Walther tók sær frí í nakrar vikur, soleiðis at hann kundi vera heima. Og tað er gott hjá honum sum pápi, at hann tók sær frí. Men samstundis er eingin inntøka í tíðini, har hann tekur sær frí. So missa vit inntøkuna, samstundis sum vit sótu við nervum og hugsaðu, um Emilia hevði tað gott. So tað var ein blandað kensla, sum vit sótu við, hóast Walther hevði fingið sær frí at vera heima. Tað var rættiliga frustrerandi, sigur Kimberly og leggur aftrat, at tíðin við hús av tí sama varð merkt av, at tey kendu seg órættvíst viðfarin.

 

Tey bæði skilja ikki, hví skipanin skal vera snikkað soleiðis saman, at hon krevur meira frá teimum, ið seta sær fyri at stovna egna fyritøku. At verða revsaður fyri ikki at vita, at tú skalt tekna eina trygging aftrat barsilsgjaldinum, er heldur ikki serliga stuttligt, heldur Walther.

– Tað er frustrerandi at hava brúkt sínar egnu pengar til at byrja eina fyritøku, og so ikki at fáa eitt oyra av teimum pengunum, sum eg havi goldið til barsilsskipanina, tá eg av óvart verði pápi. Tað er tað sama, sum hevði tú goldið til heilsuverkið í 18 ár, og so gerst tú brádliga sjúkur og fær at vita, at tú mást gjalda rokningina, tí hevur stovnað egið felag.

 

– Aftaná at hava gjørt alt hetta arbeiði - pappírsarbeiði, brúkt pengar upp á felagið - er tað meiningin, at Walther skuldi bara verðið vanligur løntakari aftur? Slept felagnum fyri at sleppa í farloyvi, spyr Kimberly.