TIÐINDI     SOSIALURIN

Størri og dýrari valstríð

- Valstríðið er vorðið nógv meira professionelt. Tað sæst eisini, at tað eru professionel fólk, ið hava ábyrgdina fyri valstríðnum hjá flokkunum. Summir flokkar seta ávís fólk at standa fyri valstríðnum, meðan aðrir flokkar keypa tænastur tænastur frá lýsingarfyritøkum og øðrum. Tað ger, at støðið á tí tilfari, ið kemur frá flokkunum undir valstríðnum, verður eitt heilt annað, sigur Niels Uni Dam, stjóri í samskiftisfyritøkuni Nudlavirkið



Tá veljarin leygardagin skal seta kross við ein av teimum 179 valevnunum, ið bjóða seg fram á løgtingsvalinum, er tað aftaná eitt fimm vikur langt valstríð, har valevnir og flokkar hvør í sínum lag hava gjørt sítt ítasta at sannføra veljaran um, at júst tey og teirra flokkur er rætta staðið at seta krossin.

Við lesarabrøvum, plakatum, sjónbandabrotum, hoppiborgum, valfundum, familjudøgum, sunkistum, klovnum, karamellum, rósum og stórskíggjum tykist tað, sum at tað bara er hugflogið, ið avmarkar hvat tey vónríku valevnini brúka fyri at tekkjast veljarum og fáa tær síðstu atkvøðurnar í hús, ið skal tryggja júst teimum ein av teimum 33 sessunum á Vaglinum.

Um tað eydnast fæst ikki at vita fyrr enn út móti midnátt leygarkvøldið, men longu nú kann staðfestast, at lýsingarfyritøkur og ráðgevar hava havt góðar dagar, tí talan hevur verið um eitt av teimum dýrastu og størstu valstríðum, ið nakrantíð hevur verið til løgtingið.

Týðiligt rák
Ein teirra, ið hevur fylgt valstríðnum frá fyrstu røð, og sum hevur selt tænastur til ymiskar flokkar og valevnir, er Niels Uni Dam, stjóri í samskiftisfyritøkuni Nudlavirkið. Tá hann verður spurdur, um hvat hevur eyðkent hetta valstríðið, vísir hann beinanvegin á eina eyðsýnda broyting í valplakatum.

- Tað er eitt øgiliga týðiligt rák, at tað eru nógv fleiri valplakatir enn nakrantíð áður. Og ikki bara eru tær munandi fleiri í tali, men tær eru eisini størri enn áður, sigur Niels Uni Dam og leggur afturat, at tað er ein góð grund til tað.

- Tann vanliga støddin á einari plakat hevur verið 50x70cm, men nú eru hesi prentini á vinylplatur, ið eru 2x1,2m vorðnar nógv bíligari enn áður. Vit tosa um ein kostnað, ið er minni enn helmingurin av tí, ið hann var fyri nøkrum árum síðan. Tí eru tað nógv fleiri, ið hava ráð til hesar stóru plakatirnar, sigur Niels Uni Dam.

Tann vaksandi mongdin av plakatum sæst aftur í, at plakatir fylla so gott sum hvønn grøna plett runt tær ymisku rundkoyringarnar í landinum og vegamót eru full av myndum av valevnum, ið ynskja at verða sædd. Men sum nakað nýtt, síggjast stórar valplakatir eisini aðrastaðni hetta valið.

- Flokkarnir eru farnir at hanga valplakatir upp á heilt øðrum støðum, tí tær eru so nógvar í tali, at man má finna nýggj støð, sigur Niels Uni Dam.

Manglandi boðskap
Men umframt at plakatirnar eru vorðnar størri og fleiri, hevur samskiftisráðgevin eisini lagt merki til eitt annað rák viðvíkjandi plakatunum. Tað eru munandi færri valplakatir, ið hava nakran boðskap.

- Tað eru rættiliga fá av valevnunum, ið hava ein boðskap á plakatunum. Tað er ein broyting, ið vit hava sæð so spakuliga tey seinastu valini, tí áður høvdu fólk gjarna onkran tekst ella boðskap á plakatunum. Nú eru flestu plakatirnar einans ein mynd, floksbókstavurin, layout og navnið á valevninum, sigur Niels Uni Dam, ið undrast yvir hesa broyting.

- Tað er eitt løgið rák, tí man skuldi trúð, at fólk, ið bjóða seg fram á einum løgtingsvali, hava okkurt meira á hjarta enn at vísa sítt pena andlit.

Aðrar pallar
Meðan valplakatir er ein gamal klassikari at røkka veljarum við einum boðskapi í valstríðnum, hava fleiri nýggir pallar sæð dagsins ljós seinastu valini. Ein teirra eru teir stóru skíggjarnir, ið eru at síggja kring landið.

- Teir digitalu skíggjarnir verða nógv brúktir hetta valstríðið, har millum annað Hans Andrias Kelduberg hevur verið sera sjónligur, vísir samskiftisráðgevin á.

Eitt annað nýtt er eisini teir stóru bannararnir ella dúkarnir, ið verða festir á bygningar og onnur sjónlig støð.

- Teir eru rættiliga sjónligir, men tað merkisverda er, at tað ikki endiliga eru toppvalevnini hjá flokkunum, ið eru á hesum bannarum. Har er ein broyting hend, tí tá Javnaðarflokkurin fyri nøkrum árum síðan høvdu eina stóra plakat av Jóannes Eidesgaard á gomlu sápufabrikkuni við Ringvegin hoyrdist eitt ramaskríggj. Tað var ikki serliga væl dámt, at ein persónur blásti seg sjálvan soleiðis upp. Nú eru øll stór, hóast man ikki er millum fremstu valevnini, sigur Niels Uni Dam, ið vísir á, at tað er møguligt, tí slíkir bannarar eru vorðnir munandi bíligari.

Fleiri pengar í valstríðnum
Hóast nógv er vorðið bíligari at framleiða, so metir samskiftisráðgevin sum heild, at flokkar og valevnir eru farin at brúka munandi meira pengar upp á valstríð enn áður.

- Vit síggja millum annað, at tað eru nakrir fíggjarliga sterkir einstaklingar, ið koma inn í valstríðið. Harumframt hevur man nakrar sterkar pengakassar, ið koyra valstríð, sigur samskiftisráðgevin.

Og meðan tað sæst á valplakatum og lýsingum hjá teimum einstøku valevnunum, kemur tað til sjóndar í einum betri riknum valstríði hjá flokkunum.

- Valstríðið er vorðið nógv meira professionelt. Tað sæst eisini, at tað eru professionel fólk, ið hava ábyrgdina fyri valstríðnum hjá flokkunum. Summir flokkar seta ávís fólk at standa fyri valstríðnum, meðan aðrir flokkar keypa tænastur tænastur frá lýsingarfyritøkum og øðrum. Tað ger, at støðið á tí tilfari, ið kemur frá flokkunum undir valstríðnum, verður eitt heilt annað, sigur Niels Uni Dam.

Tað sæst millum annað aftur í, at valevnini eru betri fyrireikaði og lata seg ikki trýsta, tá kjakið verður heitt.

- Um tú hyggur eftir valevnunum hjá summum flokkum, er eingin ivi um, at teir eru væl fyrireikaðir, og at tað eru professionel fólk, ið hava gjørt tað. Sum heild eru flokkarnir betri stýrdir nú, tó at summir eru betri enn aðrir. Tað er jú sjálvandi ymiskt hvussu dugnalig tey fólkini eru, ið flokkarnir hava keypt ráðgeving frá, sigur hann.

Valið út aftur til fólkið
Seinastu árini hevur tað serliga verið valsendingarnar hjá Kringvarpinum, ið hava verið karmur um valstríðið, men valstríðið í ár hevur verið merkt av, at alsamt fleiri fakfeløg, áhugafeløg og onnur hava átt ein størri part av stríðum um valdið, vísir stjórin á Nudlavirkinum á.

- Áhugafeløg hava verið øgiliga virkin í valstríðnum. Tey hava bæði víst á síni hjartamál, men eisini skipa egnar fundir har tey seta dagsskránna. Tað er eitt mótsvar til Kringvarpið, ið hevur brúkt ein strangan form til valfundirnar, sigur Niels Uni Dam, ið sær fleiri fyrimunir við hesum.

- Hetta gevur nakað heilt annað til valstríðið, tí nú er ein partur av tí flutt úr Kringvarpinum og út aftur til áhugafeløgini. Fyrr hevði man fleiri valfundir í hvørjari bygd, men tá Kringvarpið kom duttu hesir niðurfyri. Nú eru tað ikki lokalfeløg ella Kringvarpið, men áhugafeløg, fakfeløg og onnur, ið seta dám á valstríðið.