Hetta er ein av fleiri skakandi myndum, sum Nina O'Hanlon hevur tikið í Mykinesi


Súlureiðrini í Mykinesi eru full av plasti

- Eg visti, at eg fór at finna plast, men eg bleiv ovfarin av, hvussu nógv eg fann, sigur enski fuglagranskarin Nina O’Hanlon, sum hevur gjørt umfatandi kanning um plastdálking í súlureiðrum í Mykinesi

Meginparturin av súlureiðrunum í Mykinesi hava plastleivdir í sær. Tað er niðurstøðan hjá enska fuglagranskaranum Nina O’Hanlon, sum hevur kannað 418 súlureiður í Mykinesi. Hon fann leivdir frá troli og øðrum plasti frá fiskiskapi í 74 prosent av hesum 418 reiðrunum. 

Nina O’Hanlon hevur arbeitt serliga nógv við...

Hetta er ein av fleiri skakandi myndum, sum Nina O'Hanlon hevur tikið í Mykinesi

Trol- og plastleivdir síggjast týðiliga í reiðrinum

Dronumynd, sum Jóhannis Danielsen hevur tikið. Legg merki til blágrøna litin - hetta er trol frá fiskivinnuni

Enska Nina O’Hanlon, ph.D, hevur arbeitt nógv við másafugli, og hennara sergrein seinastu árini hevur verið plastdálking í reiðrunum hjá sjófugli