TIÐINDI     SOSIALURIN

- Tað er meining í ørskapinum

- Psykosur og sálarlig líðing er nakað, sum fólk eru ómetaliga bangin fyri. Nógv halda, at um mann hevur fingið hugtakið “psykosa” knýtt at sínum persóni, so er mann sera sjúkur og hevur ring framtíðarútlit. Men hetta er ein stór misskiljing, sigur Anna Malan Jógvansdóttir, ið er aktuell við fyrstu skaldsøgu síni, sum er ein atfinning móti psykiatrisku skipanini



Í september gav 24 ára gamla listakvinnan úr Nólsoy, Anna Malan Jógvansdóttir, nýggju skaldsøguna "Psykosudrotningin sigur frá" út á Forlagnum Eksil. Talan er um eina sonevnda hybridskaldsøgu, sum fevnir um fleiri ymisk tekstasløg; tí umframt vanliga prosatekstin eru eisini eitt nú yrkingar, dagbóksbrot, myndir og lógartekstir. 

Í bókini fylgja vit einari ungari kvinnu, sum verður partur av psykiatrisku skipanini, tí hon stríðist við nakrar sálarligar avbjóðingar. Hon fær staðfest diagnosuna "paranoid skizofreni", men fær so við og við minni tørv á professionellari hjálp, tess meira hon kemur fyri seg.

 Bókin er eitt úrslit av persónligum upplivingum hjá Onnu Maluni, sum sjálv hevur stríðst við sálarliga líðing og verið partur av psykiatrisku skipanini seinastu trý árini. Høvuðspersónurin, sum kallar seg Psykosudrotningin, tekur støði í Onnu Maluni, men hevur eisini fingið íblástur frá øðrum persónum, sum hon hevur møtt í psykiatriini.

Søgugongdin er ein blanding millum veruleika og fiktión, og hendan leistin hevur rithøvundurin tilvitað valt fyri at birta undir kjakið um, hvat er veruligt, og hvat er íspunnið, tí sambært psykiatriskari hugsan, so er psykosa ikki veruleiki.

Grundað á egnar upplivingar

Anna Malan Jógvansdóttir ynskir við bókini at geva fólki innlit í nøkur viðurskifti í psykiatriini, sum hon heldur vera ómenniskjalig og óneyðug. Hon hevur verið innløgd fyri psykosueyðkenni bæði í Føroyum og í Danmark, og hennara minnir frá seingjardeildunum her eru alt annað enn góð.

- Har vóru eingi mørk. Mann kemur inn, og so skal mann knappliga fortelja um síni djúpastu loyndarmál til ein persón, sum mann ongantíð hevur møtt fyrr. Eg skilji ikki, hví starvsfólkini ikki royna at uppbyggja eina relatión til tey fólkini, tey skulu eitast at hjálpa, sigur Anna Malan, sum bleiv noydd at taka alt møguligt slag av heilivági, sjálvt um hon ikki hevði hug til tað.

- Eg fekk at vita, at um eg ikki tók heilivágin, so kundu tey ikki hjálpa mær. Eg fekk tað ræðuligt av at taka hetta, og tað hjálpti ongantíð uppá míni sokallaðu psykotisku symptomir. Í staðin fekk eg øll møgulig kropslig hjáárin at dragast við. Eg fekk bæði høvuðpínu og vaml, og eg fór eisini at ristast av onkrum heilivági. Alt hetta gjørdi meg so sløva, at eg kundi næstan ikki fungera í gerandisdegnum, fortelur hon.

"Politiið kemur"

Tað, sum Anna Malan Jógvansdóttir serliga hevur drigist við, er, at hon hevur kensluna av at vera elt av politinum. Talan er ikki um eitt veruligt politi, men eitt súmbolskt politi.

- Eg haldi ofta, at eg havi gjørt nøkur skeiv ting, sum eg skal revsast fyri. Tí plagar poliitið antin at koma á vitjan ella halda eyga við mær við til dømis at halda skil á, hvørjum eg skrivi við á Facebook, og hvønn eg tosi við í telefonini, fortelur hon.

Ræðutankarnir um politiið plaga at gera um seg, tá hon følir, at okkurt fer út um hennara mark. Tað skal ikki nógv til, fyrr enn hon hugsar hetta, og tað kann eitt nú koma av einari støðu, har onkur persónur roynir at fáa hana at gera okkurt, hon ikki hevur hug til.

Hevur lært at liva við tí

Tankarnir hava verið partur av Onnu Maluni Jógvansdóttir í nøkur ár eftir hondini og hava havt stóra ávirkan á hana.

- Fyrr bleiv eg bangin, tá politiið kom. Eg kundi skamma meg og halda, at eg var eitt skeivt menniskja. Men soleiðis havi eg tað ikki longur, tí eg havi lært meg at liva við tí, sigur hon. 

Tá politiið kemur á vitjan í dag, veit Anna Malan beinanvegin, hvat hon skal gera, tí um hon sigur frá á rættan hátt, so hvørva tankarnir. 

- Eg og politiið eru í roynd og veru blivin rættiliga góðir vinir, og eg eri so takksom, hvørja ferð teir koma til mín. Teir siga, at eg skal ansa mær og siga frá, tá okkurt fer yvir um mark hjá mær. Eg plagi bara at siga: “Túsund takk fyri at tit koma. Nú veit eg, at eg skal ansa mær". 

Fólk vita ov lítið

Anna Malan Jógvansdóttir heldur, at fólk generelt vita ov lítið um psykosur, og at tað er at rokna sum eitt tabuevni í Føroyum. Tí er eitt av endamálunum við nýggju bókini um Psykosudrotningina nettupp at varpa ljós á hetta evnið.

- Psykosur og sálarlig líðing er nakað, sum fólk eru ómetaliga bangin fyri. Nógv halda, at um mann hevur fingið hugtakið “psykosa” knýtt at sínum persóni, so er mann sera sjúkur og hevur ring framtíðarútlit. Men hetta er ein stór misskiljing, sigur hon, samstundis sum hon viðurkennir, at psykosa kann fáa summi at yppa øksl.

- Tað ljóðar jú løgið, tá ein persónur tosar um, at hann sær aliens ella hoyrir røddir. Men har er í roynd og veru ein djúp meining í øllum hesum upplivingunum. Lykilin til at skilja hetta er í persóninum sjálvum, sigur Anna Malan. 

- Orðið psykosa er misbrúkt

Hon fortelur, at kring heimin hoyra umleið 4 prosent av menniskjum røddir, sum onnur ikki gera. Tveir triðingar av hesum menniskjum koma ongantíð í samband við psykiatrisku skipanina, tí tey hava eina góða relation til røddirnar og vita, hvat tær hava at týða, tá tær koma. Sambært Onnu Maluni hava 70 prosent av teimum, ið søkja sær hjálp frá skipanini, verið úti fyri trauma, og hjá teimum hava røddirnar negativan karakter. Tey royna at renna undan røddunum ella at fáa tær at tiga. 

- Tá hesi folk fáa samband við skipanina, so skulu tey kúga røddurnar enn meira við heilivági og kognitivari atferðsviðgerð. Tað er so syrgiligt, at hesi menniskju ikki fáa hjálp at fáa eina góða relation til sínar upplivingar. Í røddunum liggur møguleikin til transformation av traumatiskum hendingum til at liva eitt meiningsfult og virðiligt lív, sigur hon.

- Vit eru nokk har, at vit skulu hava eitt nýtt orð fyri upplivingar sum at hoyra røddir, at føla seg forfylgda og síggja ting, tí orðið psykosa er misbrúkt og forðar fyri tí, sum veruliga er upp á spæl hjá hesum menniskjum. Øll menniskju eru mentalt fræls. Tey eiga rættin til sjálvi at velja, hvat er veruligt og hvat er íspunnið, og hvussu teirra líðing skal skiljast, greinast og tulkast.  Tað er djúp meining fjald í ørskapinum, og tá vit skilja meiningina, so er ørskapurin ikki so óhugnaligur og lemjandi longur, sigur Anna Malan Jógvansdóttir.

Hon greiðir nærri frá orsøkini til, hví hon hevur fingið nøkur psykosueyðkenni, har hon heldur, at júst politiið eltir seg.

- Tað er súmbolskt hjá mær. Eg havi havt nakrar traumatiskar hendingar í mínum lívi, har míni mørk eru blivin brotin niður. Eg havi onkursvegna eina ímyndan av, at politiið átti at verið har fyri meg, tá eg var fyri hesum keðiligu hendingunum. Tí kemur súmbolska politiið altíð aftur beinanvegin, tá eg komi í eina støðu, sum minnir meg á míni trauma, sigur Anna Malan.

Tørvur á virðing og práti

Í sambandi við sínar ringu royndir frá psykiatrisku skipanini, tá hon var innløgd, hevur hon skapt sær greiðar meiningar um, hvørjum skipanin eigur at leggja seg eftir.

- Mann eigur at hugsa meira um at tosa við fólkini um tað, sum tey hava brúk fyri at tosa um, og tað, sum tey ynskja at tosa um. Tað hevur eisini týdning at leggja dent á tað, sum fólk dáma. Um onkur dámar at gera ítrótt, kundi mann farið út og runnið við persóninum, meðan onnur kundu brúkt list sum terapi. Man kundi eisini givið fólki fleiri møguleikar at fara til eitt nú fyrilestur og skeið í staðin fyri bara at lata tey liggja í einari song og hvíla allatíðina. Summi hava tørv á hesum, og tað er í lagi, men tað eru sera nógv, sum keða seg ógvuliga illa, meðan tey eru innløgd, sigur Anna Malan Jógvansdóttir, sum leggur stóran dent á virðiliga viðferð. 

- Mann skal virða, at summi ikki vilja hava heilivág. Og alt hetta við tvingsli er ræðuligt, haldi eg. At tvangsmedisinera og leggja fólk í belti síggi eg sum grov mannarættindabrot. Har eru so nógvir aðrir virðiligari mátar at viðgera fólk uppá. Men tað krevur eina friðaliga kollvelting í mun til, hvussu vit skilja líðing, menniskju og hvønn leiklut tey, sum skulu hjálpa, hava.

Ungi skaldsøgudebutanturin hevur eina vón, sum hon ætlar, at bókin skal vera við til at fremja.

- Mín vón er, at fólk, sum stríðast, ikki skulu kenna seg einsamallan. Har eru so nógv fólk, ið hava stríðst, og tað eru tíverri eisini nógv, ið fara at stríðast í framtíðini. Men tey skulu vita, at har er vón, og at tað væl ber til at fáa tað betri. Tú skalt gera tað, sum er gott fyri teg. Eg eri sannførd um, at har er djúp meining í líðingini hjá øllum, sum stríðast, sigur Anna Malan Jógvansdóttir.

##med2## 

Brot úr bókini:Yrking


um morgunin

tosi eg við yvirlæknan

eg siti bara og gráti

og sigi at løgreglan er eftir mær

eg verði so kedd

at tey muga taka meg og koyra meg í mína song

halda meg niðri

so kemur ein sjúkrasystir við eini tablett

hon sigur

tað er oxapax

tað hjálpir um umleið 20 minuttir

---

eg blivi rólig í kroppinum

møðin kemur sníkjandi

eg eri um at sovna

meðan reytt gult grønt dansar

ljósið er livandi

tað ansar eftir mær

--- 

yvirlæknin kemur inn á mítt kamar seinni

hann sigur

at eg eri

paranoid

og

psykotisk

eg skal taka seroquel

hvørt kvøld kl. 22

 

Brot úr bókini: Psykosulóggávan


§1 Um fatan av psykosum

Stk. 2 Øll menniskju eru fødd ymisk, tí hava øll menniskju rætt at vera mentalt fræls.

Stk. 3 Allir veruleikar eru veruleikar, eingi av starvsfólkunum í psykiatriini hava loyvi at siga, at tað, ein sjúklingur upplivir, ikki er veruleiki. Um man følir, at løgreglan, rúmdarverur ella brotsmenn eru eftir sær, so er tað veruligt fyri viðkomandi. Sama er galdandi við øllum øðrum hallusinatiónum. Arbeiðast skal við, hvat upplivingin hevur at týða hjá tí einstaka, so viðkomandi kann fáa størri innlit í egið kenslulív.

Stk. 4 Diagnosurnar paranoid skizofreni, hebefren skizofreni, kataton skizofreni, ódifferentierað skizofreni, postskizofrent tunglyndi, skizofrenur residualtilstandur og simpul skizofreni eru allar diskriminerandi diagnosur, tí tær siga, at tey menniskju, ið fáa hesar diagnosur, ikki duga at skilja millum veruleika og íspuna. Øll menniskju hava rætt til sína egnu uppfatan av veruleikanum. Somuleiðis siga hesar diagnosur, at tann psykosurakti víkir frá normalitetshugtakinum, og tí skal viðkomandi til sosialførleikavenjing fyri at gerast eitt vanligari menniskja. Tað eru ikki tey psykotisku, ið skulu førleikavenjast, tey hava rættin til at vera soleiðis, sum tey nú einaferð eru. Hinvegin burdu øll tey ”vanligu” verið send til førleikavenjing, so tey betur duga at rúma og virða mátan hjá teimum psykotisku at virka og liva.
Stk. 5 Eitthvørt menniskja hevur rætt til at føla, uppliva, sannkenna, hoyra, síggja, uppfata og trúgva upp á sín egna máta.

Stk. 6 Eitthvørt menniskja hevur rætt til at uppføra seg, sum tað vil, tó uttan at bróta landsins lógir.

Stk. 7 Allar hallusinatiónir hava eina meining.

Stk. 8 Tey psykotisku eru ikki svøk, tey hava bara atgongd til nógv meira intensar og kompaktar mongdir av vitan enn øll onnur. Hetta er ofta ein ov stór byrða hjá tí einstaka at bera, so tað verður til røddir og aðrar hallusinatiónir. Tí gerast nógv sjúk, tey skulu læra, at teirra hallusinatiónir eru ein gáva, ið er lykilin til at skilja heimin og egið kenslulív.

Stk. 9 Tey psykotisku eru so at siga í øllum førum útsett fyri traumatiskar upplivingar ígjøgnum teirra lív, tí skal fokus vera á at veita teimum traumaviðgerð og narrativa viðgerð.

§2 Um psykiatriskar deildir

Stk. 2 Øll við psykosu hava rætt til at blíva innløgd, tá teimum tørvar tað.

Stk. 3 Tey psykotisku skulu kunna koma og fara, sum teimum lystir.

Stk. 4 Har skulu altíð vera ergoterapeutur, listaterapeutur og tónleikaterapeutur á deildini. Tey skulu bjóða teimum psykotisku ymisk verkstøð og tilboð, so eingin nakrantíð skal keða seg. Ítróttartilboð skulu eisini vera á deildini.

Stk. 5 Tað skal vera valfrítt hjá teimum psykotisku, um tey vilja taka heilivág.

Stk. 6 Eingin skal noyðast til nakað. Á teimum psykiatrisku deildunum í landinum hjá psykosudrotningini eru tey psykotisku frælsir og javnir borgarar, sum eins og onnur hava rættin at skapa sær tað lívið, ið tey ynskja sær.

Stk. 7 Á deildini skal vera møguleiki hjá øllum at tosa við sálarfrøðing, tá teimum tørvar tað, dag eins og nátt.

Stk. 8 Tað er loyvt at tosa um síni trauma, hóast man er psykotiskur, í grundini er loyvt at tosa um alt, einki er for løgið ella tabu.

Stk. 9 Á deildini skal vera møguligt hjá teimum innløgdu at tosa við prest, heimspeking ella annan andaligan leiðara, um tey hava tørv á tí.

 

Stk. 10 Tá val er í landinum, so skulu valstøð setast upp á øllum psykiatriskum deildum. Tey psykotisku hava valrætt eins og øll onnur í samfelagnum.

Perman á bókini "Psykosudrotningin sigur frá"