TIÐINDI     SOSIALURIN

Tað er revsivert at deila ávísar myndir

Løgreglan heitir á fólk um at lata vera við at leggja myndir út av ferðsluóhappum og vanlukkum yvirhøvur, um samtykki ikki er til tess



Um tú sært eitt ferðsluóhapp og heldur, at tað er eitt gott hugskot at taka mynd av støðuni, eigur tú líka at hugsa tvær ferðir. Í øllum førum um tú ætlar at deila myndina á sosialu miðlunum - tí tað hevur tú ikki loyvi til uttan víðari.

Myndir við persónum á eru at rokna sum persóndata, sum merkir, at um tú deilir eina mynd, so deilir tú upplýsingar um persónin. Slík mál hoyra undir persóndatalógina og paragraf 264 í revsilógini, og til ber bæði at fáa bót og fongsulsrevsing í upp til 6 mánaðir fyri at deila ávísar myndir.

Tá talan er um myndir av ferðsluóhappum eru nøkur ting, mann skal hava í huga.

- Tað er ikki loyvt at leggja myndir út á sosialar miðlar, um tey, sum síggja myndina, kunnu kenna bilin aftur frá nummarplátuni ella síggja eitt andlit. Hetta snýr seg um í hvønn mun mann er førur fyri at kenna persónarnar á myndini aftur, sigur Steen Nørskov, politiovasti.

Hann leggur aftrat, at tú væl kanst taka eina mynd og deila hana, um hon verður anonymiserað soleiðis, at tað ikki er møguligt at seta myndina í samband við nakran persón. 

Løgreglan hevur áður havt líknandi mál, og hetta verður tikið í álvara.

- Um onkur meldar eitt tilburð um líknandi myndir, so kanna vit sjálvandi, um talan er um eitt lógarbrot ella ikki. Men tað er sjálvandi støðan, ið avger tað, og tað veldst um, hvørt tað ber til at kenna persónarnar á myndini aftur, sigur Steen Nørskov. 

Tað snýr seg eisini um pli

Tað kann væl vera, at mann í prinsippinum ikki hevur gjørt nakað lógarbrot í mun til hetta, men har er eisini eitt etiskt mark, vísir politiovastin á. Hann sigur, at støðan kann blíva serliga ring, um avvarðandi kenna viðkomandi aftur, áðrenn løgreglan hevur fingið høvi at kunna tey.

- Talan kann vera um fólk, ið eru komin sera illa fyri ella í ringasta føri doyggja. Tað er uppgávan hjá okkum í løgregluni at kunna tey avvarðandi um hetta, so skjótt sum gjørligt. Men tað kunnu vit illa náa, um fólk ikki hava pli og allíkavæl leggja myndir út. Hetta er tí ein ábyrgd, sum øll hava í mun til lóggávuna, sigur Steen Nørskov.

Ein avbjóðing at meta um støðuna

Men í Føroyum kann tað vera lætt at seta myndir av óhappum í sambandi við persónar. Tí hóast mann ikki sær nummarplátuna ella andlitið, kann tað minsta eyðkenni á bilinum fáa eina klokku at ringja hjá onkrum.

- Ja, tað er har, tað snýr seg um at meta um støðuna. Tað er ikki so lætt, tí so kunnu tað í roynd og veru vera sera nógvar myndir á Facebook, sum kunnu vera revsiverdar. Í einum so lítlum samfelag sum tí føroyska, kunnu fólk kenna eigaran av bilinum aftur við bara at síggja eina ávísa skøvu á bakrútinum. Tað er ein trupulleiki, men tað er støðan, sum ger av, hvørt tað er eitt objektiv lógarbrot, ella um tað meira snýr seg um tað etiska, sum kann stoyta fólk, sigur Steen Nørskov.

- Vit løgreglufólk eru sett í heimin fyri at hyggja at møguligum lógarbrotum. Men so er tað tað etiska sjónarmiðið, sum vit ikki kunnu stýra beinleiðis við lóggávu, men heldur vísa til ta almennu pliina, vit borgarar hava til hvønn annan, sigur hann.