TIÐINDI     SOSIALURIN

- Tað líkist ongum at koyra mat í skrell

- Samfelagið skuldi havt ein persón ella fleiri, sum standa á odda fyri at tryggja, at eingin matur fer burtur. Tað sigur 70 ára gamli Leif Erik Niclasen, sum í nógv ár hevur koyrt mat út til barnafamiljur, sum hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman



Seinastu 25 árini hevur tvøramaðurin Leif Erik Niclasen koyrt mat út til einligar mammur og barnafamiljur í fátækraváða. Matin fær hann frá matvøruhandlum, sum annars høvdu koyrt matvørurnar burtur.

- Samfelagið burdi havt ein jólamann, letur úr Leif Eriki, sum við álvarsligum eygum peikar á seg sjálvan og sítt kritahvíta skegg.

Eins og jólamaðurin gleðir barnafamiljur, so gleðir Leif Erik barnafamiljur árið runt við at geva teimum mat á borðið. Men Leif Erik er ikki í starvi hjá tí almenna - hann hevur av sínum eintingum koyrt mat út við vørubili sínum púra sjálvboðið undir navninum "Hjálpin".

Hann greiðir víðari frá, hvat hann meinar við, tá hann sigur, at samfelagið átti at havt ein jólamann.

- Tað líkist ongum at koyra mat vekk. Samfelagið skuldi havt ein persón ella fleiri, sum standa á odda fyri at tryggja, at eingin matur fer burtur. Mann kundi sett eitt kipp á matvørur, soleiðis at mann kann finna vørurnar aftur í ruskspannini hjá matvøruhandlunum. So kann mann seta handlarnar til svars fyri at blaka góðan mat burtur í staðin fyri at geva matin víðari, sigur ein eldhugaður Leif Erik Niclasen, sum millum annað ikki skilir, hví vit í Føroyum ikki gera djóramat burturúr matrestum.

Alt skal brúkast

Leif Erik Niclasen veit um nakar, at tað saktans ber til at eta mat, sum sambært dagfestingini er “ov gamal”.

- Eg havi etið hvíta, sum var 21 dagar yvir síðsta søludag. Tað smakkaði fínt, sigur hann við einum brosi, og leggur skemtandi aftrat, at hin 22'inda dagin kundi hvítin ikki brúkast.

Leif Erik skilir ikki, hví øll ikki royna at brúka matin fornuftigt.

- Í staðin fyri at koyra mat í skrell, eigur tú heldur at royna at blanda ávísu matvøruna saman við øðrum mati. Um tú dugir at gagnnýta allar møguleikar, so kanst tú jagstra tilboð í øllum handlum og keypa eina rúgvu inn undir teg, greiðir Leif Erik Niclasen frá og vísir á nøkur dømi.

- Til dømis kanst tú saktans eta banan við speigipylsu. Og um tú keypir tríggjar piparfruktir fyri 10 krónur, beint áðrenn handilin koyrir tær burtur, so kanst tú brúka tær til nógv ymiskt. Tú kanst fínfordeila tær, skera tær og frysta tær, soleiðis at tær eru klárar at brúka til ein grýturætt ella okkurt annað, sigur hann og leggur aftrat, at eitt gott hugskot er at frysta matvørur eisini.

- Tað ber væl til at frysta mjólk, smør, breyð og pálegg. Fleiri halda, at tað ikki ber til, men tað kann mann sjálvandi.

##med2##

Summi duga betur enn onnur

Fyri Leif Erik hevur tað stóran týdning, at familjurnar, sum hann koyrir mat út til, duga at blanda tær ymsu matvørurnar saman, soleiðis at einki fer til spillis.

- Summi duga, og summi koma at læra tað. Onnur duga ikki og koma ongantíð at læra tað, sigur hann avgjørdur og greiðir frá.

- Eg havi verið ótrúliga heppin hesi 25 árini og funnið menniskju, sum duga við mati. Summi kunnu fáa nokk av mati til alla vikuna og vikuna eftir, tí tey duga at skipa seg. Tá mann byrjar at duga, so fær mann eisini meira av mati. Men eg plagi at býta tað soleiðis, at øll fáa burturav, fortelur Leif Erik Niclasen. Hann vísir á, hvussu tørvur og effektivitetur ganga upp í eina hægri eind.

- Tá eg veit um nakrar familjur, sum einki blaka vekk, so kann eg koyra nakað av tí nýggjasta og besta matinum út til onkran, sum eg ikki eri hjá so ofta.

- Eg gevi ongum rotnan mat

Familjurnar gera við matin, sum tey vilja.

- Onkuntíð eri eg komin framvið hjá onkrum, sum eg havi givið mat, og so havi eg sæð, at maturin liggur uttan fyri við ruskspannina. Tá sigi eg við tey, at tey fáa ikki meira frá mær. Tey kunnu kanska halda, at maturin er rotin, men eg fari ikki at geva nøkrum rotnan mat, sigur Leif Erik Niclasen.

Hjá fíggjarliga sperdum familjum loysir tað seg ikki at vera kræsin, heldur Leif Erik, sum er vælvitandi um, at tað ikki eru øll, sum tíma at skipa sínar máltíðir uppá hendan mátan. 

- Einligar mammur og einligir pápar hava ikki ráð at keypa frá matstovum. Tey noyðast at brúka teir møguleikar, sum eru, sigur hann.

Familja fekk fíggjarligt frælsi av frystiboksini

Ein familja, sum hevði trupult við at fáa endarnar at røkka saman, fortaldi honum einaferð, hvussu teirra broyttu matvanar ávirkaðu lívið hjá familjuni.

- Tey søgdu: “Vit hava lært at eta úr frystiboksini. Nú tvey ár aftaná kunnu vit gjalda allar rokningar okkara, og vit hava bæði bjálvað og málað húsini.”

- So nógv hjálpti tað teimum, og tey eru øgiliga takksom. Onnur eru minni takksom og spyrja, hví tey ikki fáa meir. Tá sigi eg, at tey fáa tað sama, sum øll hini fáa, sigur Leif Erik Niclasen. 

Leif Erik Niclasen hevur fyri kortum fingið sær ein nýggjan vørubil at koyra mat út við