TIÐINDI     SOSIALURIN

Tað sær ikki gott út hjá okkum

ELDRAØKIÐ Í SUÐUROY Vandi er fyri, at sparingar mugu setast í verk, sigur borgarstjórin í Sumba



– Hetta sær ikki so gott út hjá okkum.

Tað ásannar Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumba.

Sum tað sæst í aðrari grein her á síðunum, verður tað ein ovurhonds stór avbjóðing hjá kommunum í Suðuroy at fíggja eldraøkið næsta ár tí at endurgjaldið úr landskassanum røkkur verri enn so til fyri at halda fíggjarætlanina fyri eldraøkið.

Og tað merkir, at antin mugu sparingar setast í verk, ella mugu kommunurnar rinda stórar upphæddir úr sínum egna kassa - og tað fær so aftur avleiðingar fyri annað virksemið.

Tann kommunan, sum verður nógv harðast rakt av hesum, er Sumbiar kommuna.

Eftir fíggjarætlanini fyri eldraøkið, skal Sumbiar kommuna rinda 5.474.106 krónur til eldraøkið í Suðuroy næsta ár.

Men kommunan fær bara 4.654.000 krónur í endurgjaldi úr landskassanum. Sostatt fara heilar 820.106 krónur at mangla í, og tað er ein stórur biti hjá eini kommunu, sum Sumbiar Kommunu.

– Hann sigur, at skal kommunan rinda hesa upphæddina úr sínum egna kassa, fær tað avleiðingar fyri annað virksemi, tí so mugu sparingar setast í verk.

– Men rindar kommunan ikki, fara hinar kommunurnar nokk heldur ikki at rinda sín part, og tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri eldraøkið, tí so mugu sparingar fyri yvir fýra milliónir setast í verk, leggur hann afturat.

Hann sigur, at bygdaráðið í Sumba hevur ikki tikið endaliga støðu til málið, tí í næsta mánað koma neyvari metingar um inntøkurnar um inntøkurnar av skatti næsta ár, so tá ið tey hava fingið eina betri mynd av støðuni, verður endalig avgerð tikin.

Men enn veit hann ikki, hvar niðurstøðan verður, men øll viðurskifti eru til umrøðu, bæði gjaldið til eldraøkið, slattaprosentið, barnafrádrátturin, og allar aðrar útreiðslur hjá kommununi.

Hann sigur støðan er als ikki nøktandi, tí endurgjaldið, kommunurnar fáa, er so ymiskt, og hann heldur, at hetta er ein spurningur, politiski myndugleikin má taka upp.

Jónsvein Hovgaard, borgarstjóri í Hovi, er samdur í, at verandi støða kann ikki halda fram, tí endurgjaldið, kommunurnar fáa, er so ymiskt.