TIÐINDI     SOSIALURIN

Talið á lærlingum fylgir konjukturinum

Tørvur hevur verið á fleiri lærlingum í Føroyum, serliga í handverksvinnuni, men hákonjuktururin seinastu árini hevur havt við sær, at fleiri ung fólk hava søkt lærupláss enn áður



 

Fyri nøkrum árum síðani vístu bæði Handverksmeistarafelagið og Vinnuhúsið á, at stórur tørvur var á lærlingum í Føroyum, og umstøðurnar kring handverkslærurnar mátti betrast.

Magni á Lakjuni, stjóri fyri yrkisrættað miðnám á Glasi, sigur, at talið á lærlingum seinastu árini hevur verið vaksandi, og serliga í fjør í vóru nógvir nýggir lærlingasáttmálar undirskrivaðir.

 

Magni á Lakjuni vísir annars á, at talið á nýggjum lærlingasáttmálum fylgir rættiliga væl við konjukturinum í Føroyum. Í góðum tíðum, tá tað er nógv at gera, verða nógvir nýggir sáttmálar undirskrivaðir, meðan talið verður færri, tá tað er lágkonjukturur.

- Lærlingatalið avhongur nógv av konjukturinum. Í løtuni eru vit væl fyri fíggjarliga, og hjólini mala skjótt. Tá er stórur tørvur á lærlingum, og av tí sama eru sera nógvir lærlingar í løtuni, sigur Magni á Lakjuni.

- Tað at lærlingatalið er so tengt at konjukturinum í samfelagnum er óheppið. Um tú  til dømis sum 18 ára gamal ynskir at gerast timburmaður í einum lágkonjukturi, kann hetta gerast ómøguligt.  Tá er ringt at fáa lærupláss, og dreymurin at gerast handverkari má útsetast í fleiri ár, til pílarnir visa uppeftir aftur. Hetta virkar eisini til at fleiri ung finna sær aðrar leiðir at fara, sigur Magni á Lakjuni.

 

Yrkisútbúgvingar skipast betri

Álit varð í fjør handað táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum, Rigmor Dam, um hvussu økið innan yrkisútbúgvingar kann skipast á betri hátt, soleiðis at talið á lærlingum gerst meira støðugt og minni bundið at konjukturinnum.

- Ein av niðurstøðunum var millum annað , at mann frá almennari síðu skulu inn at viðlíkahalda bygningar og seta í verk størri verkætlanir í ringum tíðum eisini, meðan vit halda aftur í góðu tíðunum. Um tú hyggur eftir lærlingatølunum frá ringastu tíðunum í '92 og '93, so vóru vit niðri á umleið 30 ella 40 lærlingum, sum skrivaðu sáttmála. Undir teimum umstøðunum sleppur tú ikki í læru, tí at tað er ov lítið at gera. Til samanberingar vóru 377 sáttmálar undirskrivaði í 2018, og í 2019 sær talið út til at liggja um 400, ið er umleið helvtin av einum árgangi.

 

Yrkisútbúgving gevur nógvar møguleikar

Hinvegin metir Magni á Lakjuni ikki, at tað hevur so stórar avleiðingar, at nógvir handverkarar verða útlærdir í hákonjukturi og at arbeiðsmarknaðurin her heima verður mettaður. Handverkarar er ein rættiliga mobil arbeiðsmegi og kann lættliga flytast tvørtur um landa- og arbeiðsmørk.

- Ein fyrimunur við handverksútbúgvingini er, at tú ert mobilur og kanst brúkast allastaðni. Tá tað er lítið at gera her á landi, kanst tú fara at arbeiða í útlondum. Samstundis er eisini lætt at fara undir víðari lesnað við handverksútbúgving, sigur Magni á Lakjuni.

 

Magni á Lakjuni sigur, at lutfalsliga talið á lærlingum er eisini rættiliga høgt í Føroyum í mun til okkara grannalond. Í miðal skriva 36 prosent av einum árgangi undir lærlingasáttmála. Tað talið er í Danmark 18 prosent.

 

Summi velja skúlan áðrenn

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu lærlingar velja at avgreiða skúlagongdina. Tað ber til at taka skúlaskeið á bæði 20 og 40 vikur beinanvegin, soleiðis at tær vikurnar síðani verða tiknar av lærutíðini. Samlaða tíðin á skúlabeinki undir læru er 55 vikur, og teir næmingar, sum so byrja við at taka 40 vikur í skúla, áðrenn teir fara undir læruna, hava sostatt bert 15 vikur av skúla, meðan teir eru í læru.

- Tað valdast eitt sindur eitt sindur um fakøkið, um tey velja at taka skúlagongdina fyrst. Innan fyri hárfríðkan er tað ofta, at tey velja at taka skúlan, áðrenn tey fara í læru. Annars er tað nokk so blandað fyri hinar deildirnar, har summir næmingar byrja við at fara í læru, meðan onnur byrja við at taka skúlaskeið, sigur Magni á Lakjuni.

 

Í løtuni eru sjey ymiskar greinar innan yrkisrættað miðnám á Glasi. Skúlagongd er fyri bilsmiðir, maskinsmiðir, rør- og blikksmiðir, elektrikkarar, timburmenn, sniðkarar og hárfríðkan, og innan tey yrkini ber til at avgreiða alla skúlagongdina í Føroyum. Innan onnur fak, so sum køliteknikk ella gartnara, er neyðugt at fara niður til Danmarkar at avgreiða skúlagongdina.