Tann skapandi ungi maðurin í rullistólinum

- Í mínari støðu skal mann bara læra at góðtaka tingini, sum tey eru. Tað er eingin orsøk at blíva við at spyrja "Hví?”. Tað er jú líkamikið hví, tí soleiðis er tað bara, sigur 23 ára gamli Eyðun Salberg Magnussen

23 ára gamli Eyðun Salberg Magnussen hevur vøddasvinn av týpuni duchenne muskuldystrofi. Tað vil siga, at hann manglar eginleikan at framleiða stoffið dystrofin, sum heldur musklunum við líka. 

- Tað ger í roynd og veru bara tað, at eg eri veikur. Eg kann alt, men eg kann tað bara ikki serliga væl. Eg fái hvørki...