TIÐINDI     SOSIALURIN

Tingið bleiv eldri

Hóast nógv nýggj ung valevnir blivu vald á løgtingsvalinum leygardagin er miðalaldurin á nýggju tinginum eldri enn fyri fýra árum síðan. Aldursmunurin millum tey yngstu og elstu tingfólkini er vorðin munandi størri, flestu tingfólk eru í hálvtrýssunum, meðan eingin tingfólk eru í tretivunum. Vit hava hugt eitt sindur nærri at aldurssamansetingini á tingi

 



Fleiri nýggj ung andlit verða at síggja tá nýggja tingið í næstu viku verður sett. Tað er greitt, aftaná at tað eydnaðist met nógvum valevnum í tjúgunum at vinna sess á valinum leygardagin.

22 ára gamli Beinir Johannesen hjá Fólkaflokkinum er nú yngsti persónur nakrantíð, ið er valdur á ting, og tekur harvið gamla metið hjá Jákup í Jákupsstovu, ið bleiv sett í 1945, meðan 23 ára gamla Hervør Pálsdóttir hjá Tjóðveldi er yngsta kvinnan, ið er vald á ting.

Harumframt eydnaðist tað eisini hjá 28 ára gomlu Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum og 25 ára gamla Bjarni K. Petersen úr Framsókn at vinna ein tingsess.

##med4##
Frá vinstru: Beinir Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Strøm og Bjarni K. Petersen

At so nógv ung fólk vinna sæti á tingi er óvanligt, og sæst tað millum annað á valúrslitinum fyri fýra árum síðan, tá yngsti tingmaðurin var Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrinum, ið tá var 33 ára gamal. Altso 11 ár eldri enn yngsti tingmaðurin, ið tekur sæti nú, og eldri enn fýra tingfólk í nýggja tinginum.

Eldri ting
Men hóast aldurin á teimum yngstu tingfólkunum er vorðin yngri, er miðalaldurin á nýggju tingmanningini eldri enn hjá fráfarandi tingmanning, tá samanborið verður við miðalaldurin, tá tey tóku við fyri fýra árum síðan. Tá var miðalaldurin á tingfólkunum 51,3 ár, meðan nýggja tingið hevur ein miðalaldur á 51,9 ár.

Orsøkin er, at hóast nógv nýggj ung andlit eru at síggja á tingi, vóru eisini mong eldri kend andlit afturvald. Harímillum Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, ið hevur sitið 31 ár á tingi og er 72 ára gamal, sum bleiv afturvaldur saman við floksfelaganum Heðin Mortensen, ið er 73 ára gamal.

Harumframt kunnu Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, 66 ár, Jenis av Rana úr Miðflokkinum, 66 ár, og Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, 63 ár, allir vænta at náa pensjónsaldur áðrenn næsta løgtingsval.

Aldursforseti í nýggja tinginum er kortini Poul Michelsen úr Framsókn, ið er 75 ára gamal. Hann fær sostatt heiðurin at seta nýggja tingið, tá tað savnast fyrstu ferð. Ein heiður, ið hann eisini hevði fyri fýra árum síðan, tá hann eisini var elst valdi tingmaður.

Merkisvert er, at tað eru heili 53 ár á muni millum Poul Michelsen og Beinir Johannesen, ið er yngsti tingmaður. Ein munur í árum, ið er eitt vet størri enn miðalaldurin á tingi.

Aldursbólkar
Ein ávís broyting er eisini farin fram í samansetingin av aldursbólkum, tá samanborið verður við fyri fýra árum síðan.

Talva 2 vísir, at allir tingmenn uttan fýra vóru í aldrinum millum 40 og 69 ár, harav 24 tingmenn vóru millum 40 og 59 ár. Sostatt hevur talan verið um eina tingmanning, ið hevur verið rættiliga eintáttað í aldri.

##med2##
Aldursbólkarnir á tingi í 2015

Av teimum fýra tingmonnunum, ið ikki vóru millum 40 og 69 ár, vóru tveir í tretivunum og tveir 70 ár ella eldri.

Samansetingin í nývalda tinginum er munandi øðrvísi. Talva 1 vísir ikki bara hvussu flestu tingfólk nú eru at finna í aldursbólkinum 50 til 59 ár, men eisini at spennið millum tey elstu og yngstu er vorðin munandi størri, umframt at teir yngstu og elstu aldursbólkarnir eru vorðnir størri.

##med3##
Aldursbólkarnir á tingi 2019

Fýra tingfólk taka í næstu viku sæti á tingi, ið eru millum 20 og 29 ár, meðan trý tingfólk eru eldri enn 70 ár. Merkisvert er eisini, at føroyingar valdi ongan persón á ting, ið er millum 30 og 39 ár.

Bólkurin 40 til 59 ár er kortini enn tann størsti aldursbólkurin á tingi, og teljast 26 tingfólk í honum.

Tjóðveldi yngst
Um hugt verður eftir miðalaldrinum hjá teimum ymisku flokkunum er tað einans Tjóðveldi, ið hevur ein tingmanning, ið er munandi yngri enn miðalaldurin á tingi. Miðalaldurin hjá Tjóðveldi er 45 ár, ið er trý ár yngri enn fyri fýra árum síðan.

Yngst er 23 ára gamla Hervør Pálsdóttir, meðan elsta tingfólkið er Bjørt Samuelsen, ið er 54 ára gomul.

Hóast Beinir Johannesen er yngsti tingmaður nakrantíð, vaks miðalaldurin hjá tingmanningini hjá Fólkaflokkinum samanborið við síðsta val. Tá var miðalaldurin hjá tingmanningini 51 ár, meðan hann á valinum leygardagin bleiv 52,75 ár.

Orsøkin er, at tað í stóran mun er talan um somu tingmanning, ið bleiv vald fyri fýra árum síðan. Fimm av teimum átta tingfólkunum blivu afturvald, meðan hinir báðir, ið blivu valdir, umframt Beinir Johannesen, vóru 50 ára gamli Uni Rasmussen og 59 ára gamli Christian Andreasen.

12 ár á muni
Nakað tað sama ger seg galdandi hjá Sambandsflokkinum, har aldursmunurin millum yngsta og elsta tingmannin einans er 12 ár. Miðalaldurin í Sambandsflokkinum er 54 ár, meðan hann var 51,6 ár fyri fýra árum síðan.

Yngsti persónur í tingmanningini er floksformaðurin Bárður á Steig Nielsen, ið er 47 ára gamal, meðan bæði Johan Dahl og Rósa Samuelsen, ið eru nývald, eru elst í tingmanningini. Sostatt eru tað tvey av nýggju tingfólkunum hjá Sambandsflokkinum, ið hála miðalaldurin upp, meðan 52 ára gamli Helgi Abrahamsen og 50 ára gamli Frimodt Rasmussen, eru í yngra endanum í tingmanningini.

Meðan miðalaldurin hjá tingmanningini hjá Sambandsflokkinum er vaksin við nøkrum árum, stendur tann hjá Javnaðarflokkinum á stað, hóast tingbólkurin hevur tveir av elstu tingmonnunum í nýggja tinginum við Henrik Old, 72 ár, og Heðin Mortensen, 73 ár.

Miðalaldurin hjá nýggju tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum er 51,1 ár, meðan hon fyri fýra árum síðan var 51,75 ár. Serliga er tað nýggja tingkvinnan Ingilín Strøm, 28 ár, ið hálar miðalaldurin niður, men eisini Djóni Nolsøe Joensen, 47 ár, Bjarni Hammer, 44 ár, Jóhannis Joensen, 48 ár, og Aksel V. Johannesen, 46 ár, eru viðvirkandi til, at miðalaldurin heldur seg fyrst í hálvtrýssunum.

15 ár eldri
Elstu tingmanningina eigur elsti flokkur í føroyskum politikki Sjálvstýri, har einasti tingmaðurin hjá flokkinum er 63 ára gamli borgarstjórin á Tvøroyri Kristin Michelsen. Tað er munandi eldri enn fyri fýra árum síðan, tá miðalaldurin á tingmanningini hjá Sjálvstýri var 48,5 ár. Tá átti Sjálvstýri eisini yngsta tingmannin, ið var 33 ára gamli floksformaðurin Jógvan Skorheim, meðan hin tingmaðurin var 64 ára gamli Kári P. Højgaard.

Næstelsta tingmanning er tann hjá Miðflokkinum. Jenis av Rana er 66 ára gamal og Bill Justinussen er 56 ára gamla. Tað gevur ein miðalaldur á 61 ár, og tá tingmanningin var tann sama fyri fýra árum er miðalaldurin eisini vaksin við fýra árum.

Hjá tí síðsta av teimum lítlu flokkunum munar tað væl, at 25 ára gamli Bjarni K. Petersen vann sæti á tingi. Tá 75 ára gamli Poul Michelsen er hitt umboðið hjá flokkinum gevur tað ein miðalaldur á 50 ár.

Tað er seks og eitt hálvt ár yngri enn fyri fýra árum síðan, tá Hanna Jensen, tá 42 ára gomul, vann hin sessin hjá Framsókn.