Tørvurin á vardum bústaðum fer bert at vaksa

Hóast tað almenna hevur gongd í nøkrum verkætlanum, ið skulu gera nýggjar vardar bústaðir, gera hesar lítlan mun í samlaðu heildini. Og um havt verður í huga, at tørvurin á vardum bústøðum bert fer at vaksa komandi árini, stendur Almannaverkið fyri stórum avbjóðingum

- Tað er ein øgilig avbjóðing, sum stendur fyri framman.

Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, um tørvin á vardum bústøðum í Føroyum.

 

Seinastu tølini frá Almannaverkinum eru frá august mánaði, og sambært teimum eru 152 fólk á bíðilistanum til vardan bústað. 22 teirra eru frammanundan í skipanini hjá...