Monika, Ragnhild og Tim Sharp aftaná prógvið bleiv handað. Mynd: Álvur Haraldsen


Tók føroyskt fólkaskúlaprógv í Filipinunum

- Tað var eitt sindur løgið, men eisini stuttligt og deiligt at síggja øll fyri fyrstu ferð. Tá eg møtti teimum kendi eg ikki øll so væl og kendi heldur ikki nøvnini hjá øllum. Slíkt kann vera ringt at læra, tá man bara hyggur gjøgnum ein telduskíggja, men tað var gott at møta teimum. Tað sigur Ragnhild Kunoy Sharp, ið seinastu tvey árini hevur gingið í skúla í Skúlanum á Fløtum hóast hon býr í Filipinunum. Seinastu vikurnar hevur hon verið í Føroyum í samband við endaligu próvtøkurnar

Juni mánaðin er tann tíðin á árinum tá gøturnar í býum og bygdum kring Føroya land eru fyltar av fegnum pisum við hvítum húgvum á høvdinum, ið bera boð um, at eitt fleiri ára langt stríð við bókum, próvtøkum og stílum er komi at enda og lokið prógv vunnið.

Samstundis floyma sosialu miðlar yvir við myndum frá...

Monika, Ragnhild og Tim Sharp aftaná prógvið bleiv handað. Mynd: Álvur Haraldsen