Too Good To Go var upplagdur partnari móti matoyðsl

Sum partur av átakinum hjá Á-handlunum at minka um matoyðsl fór handilssamtakið í 2017 undir at nýta donsku appuna Too Good To Go. Hóast tað krevur eitt sindur frá handlunum at vera partur av tílíkum átaki, so vísa royndirnar hjá Á-handlunum, at tað hevur eydnast væl

Í Danmark hevur ein appa seinastu árini vunnið seg fram, hvørs endamál er at fyribyrgja matoyðsl. Appan eitur Too Good To Go, og neyvan kunnu vera nógv ung í Danmark, ið eftirhondini ikki kenna til appuna.

Appan virkar á tann hátt, at handlar og matstovur leggja til síðis tann mat, ið annars skuldi verið koyrdur...