Tórshavnar kommuna lurtar ikki eftir námsfrøðingunum

Tórshavnar kommuna brúkar eitt Excel ark til fíggjarjáttanirnar til stovnarnar. Stovnarnir fáa pengar, sum eru játtaðir eftir miðaltølum og ikki eftir tí, sum starvsfólkini kosta, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum

Leingi hevur verið rópað varskó innan dagsstovnaøkið í Tórshavnar kommunu. Vit hava í áravís hoyrt um sjúkrafráverur, álvarsama strongd, uppsagnir og stórt ónøgdsemi millum bæði leiðslu, starvsfólk og foreldur. Leiðarar á stovnunum í kommununi hava í fleiri ár sagt, at fíggjarleisturin, ið Tórshavnar kommuna nýtir...