TIÐINDI     SOSIALURIN

Tórshavnar kommuna: Viðurkenna ótolandi umstøður

Tað hava verið fleiri sjúkrameldingar og fráfall av leiðarum á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu seinastu árini. Krøvini til økið eru hækkaði, ímeðan normeringin hevur staðið í stað



Í kunningarskrivi til foreldur at børnum á stovni í Tórshavnar kommunu, undirskrivað Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri
og Beinta Dalbø, leiðari á Barna- og ungdómsdeildini, stendur millum annað:

 

“Avleiðingar av verandi normeringum og bygnaði eru, at verri og verri er hjá kommununi, stovnsleiðarunum og starvsfólkunum at tryggja og menna námsfrøðiligu tænastuna. Ítøkiliga arbeiðsumhvørvið hjá leiðslu og starvsfólki gerst av tí sama verri. Hetta hevur í fleiri førum havt við sær álvarsliga strongd, sjúkrafráverur, ónøgdsemi bæði millum leiðslu, starvsfólk og foreldur, skiftandi starvsfólk og kenslu av ikki at megna arbeiðið á nøktandi fakligum støði.”

 

Jóan Petur Hentze, segði við Kringvarpið 6. oktober, at trýstið á dagstovnaøkið er vorðið alt ov stórt. Tað eru millum annað fleiri fleirmælt børn á stovnunum, fleiri myndugleikar, ið krevja upplýsingar frá dagstovnunum og tað hevur verið vøkstur – og trupult hevur verið at fíggja vøksturin.

 

Sambært kommununi er talan í høvuðsheitum um tveir trupulleikar á dagstovnaøkinum: ov lítla normering á stovnunum og bygnaðarligar avbjóðingar. Í kunningarskrivinum til foreldur verður kunnað um, at kommunan arbeiðir við at loysa báðar trupulleikarnar. Størri játtan er latin økinum við tí endamáli, at normeringin verður hægri, eindarleiðarar verða settir - hetta merkir, at sjey til átta stovnar verða skipaðir sum stovnar í eind undir einum eindarleiðara - og útrokningarlykilin, sum kommunan brúkar til at fíggja økið við, skal endurskoðast.

 

Normeringin hækkar
Í kunningarskrivinum til foreldrini stendur framhaldandi, at:

 

“Arbeiðið at økja normeringarnar verður gjørt saman við politisku skipanini, dagstovnaleiðarum og álitisfólkum á dagstovnaøkinum, so at øll kunnu geva sítt

íkast til at fáa besta úrsliti burturúr. Hetta arbeiðið er ikki liðugt, og tí ber ikki til hjá okkum at seta krónutal ella tímatal á øktu normeringina í skrivandi stund.

Økta normeringin skal koma í gildi 1. januar 2020. Økta normeringin er fyrsta stig í at endurskoða fíggingina av dagstovnaøkinum sum heild fyri tey komandi árini.”

 

Ov lítið av pengum til økið

Í sendingini Breddin, ið var send í Kringvarpinum 8. oktober, segði Maika Lindenskov Samuelsen, fyrrverandi dagstovnaleiðari í Maritugøtu í Hoyvík, sum er ein av teimum mongu stovnsleiðarunum, ið hava sagt seg úr starvi í kommununi, at arbeiðsumstøðurnar sum leiðari vóru ov vánaligar til, at hon kundi gera arbeiði sítt til lítar. Trupulleikin er, at fíggjarjáttanin er ov lág. Úrslitið er, at leiðarin má seta normeringina niður á stovunum og sjálv arbeiða sum vikarur – hetta í fleiri ár.


- Tað er sjálvsagt gott, at kommunan viðurkennir, at hon hevur svikið starvsfólk og leiðarar, men tað átti at verið gjørt langt áðrenn, tí longu í 2011 boða allir dagsstovnaleiðarar frá, at játtanin ikki var í samsvar við veruligu útreiðslurnar. Síðani eru uppgávurnar og krøvini vaksin, uttan at pengar eru fylgdir við, sigur hon.

 

Í somu sending sigur Jóan Petur Hentze, at sum arbeiðsgevari kann hann ikki standa inn fyri, at fólk verða sjúk av at fara til arbeiðis hjá Tórshavnar kommunu. Byrgnaðarbroytingin í leiðsluni á dagstovnaøkinum, meir normering á stovnunum og broyting í fíggjarleistinum - sum verður framd næsta ár – skal betra arbeiðsumstøður hjá leiðara og starvsfólki.

 

Fakta:

Síðani 2002 eru starvsfólkanormeringarnar á vøggustovum (0-3 ár) og barnagørðum (4-6 ár) óbroyttar. Frítíðarskúlanormeringin lækkaði í 2010, tí at tímatalið hjá 1. og 2. flokki í fólkakúlanum vaks. Tímatalið hjá 1. og 2. flokki í fólkaskúlanum er í ár lækkað nakað og summarferian longd. Leiðslunormeringin varð lækkað í 2011. (Kelda/ Kunningarskriv frá Tórshavnar kommunu)

 

Fakta:

Fíggingin av øllum námsfrøðiliga virkseminum á dagstovnum, frítíðarskúlum og ungdómsklubbum í Tórshavnar kommunu verður gjørd við grundarlagi í útrokningarlykli, har ávís játtan verður latin stovnunum per barn. Játtanin verður roknað út eftir miðaltali av rakstrarútreiðslunum á øllum økinum. (Kelda/ Kunningarskriv frá Tórshavnar kommunu)

 

Fakta:

Leiðslybygnaðarbroytingarnar hava verið á breddanum í fleiri ár, og nú verða tær framdar.

 

Fakta

Tað er ymiskt, hvussu stovnarnir í Tórshavnar kommunu eru fyri, orsaka av útrokningarlykilinum, sum kommunan nýtir.

 

Fakta:

Pedagogfelagið viðmælir,  at fyri hvørji trý børn undir trý ár skulu minst 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna. Fyri hvørji seks børn eldri enn trý ár skulu minst 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna. Um stovnarnir hava longri opið enn 40 tímarnar um vikuna, eiga børnini at fáa hægri tímatal játtað í mun til meirtíðina. Um stovnurin hevur opið minni enn 40 tímar, kann brøkurin lagast eftir tí. Tímar til leiðslu, avloysarar, viðlíkahald, matgerð og reingerð skulu leggjast afturat omanfyri nevndu starvsfólkatímum. (Kelda/ Uppskot til løgtingslóg um minstamark av starvsfólkatímum til børnini)