TIÐINDI     SOSIALURIN

Tríggjar av fýra verkætlanum liggja stillar

Fleiri bústovnar liggja í kortunum, men av ymsum orsøkum liggur arbeiðið við trimum teirra stilt



Tørvurin á vardum bústaði í Føroyum er stórur, og í løtuni eru 152 fólk á bíðilistanum hjá Almannaverkinum.

Í 2018 samtykti løgtingið fleiri verkætlanir til vardar bústaðir í Suðurstreymoy. Fýra bústovnar skuldu byggjast: Ein bústovnur til børn og ung við autismu, eitt nýtt barnaheim og tveir bústovnar til fólk, ið hava menningartarn.

Av teimum fýra verkætlanum er bert ein, sum í løtuni koyrir eftir ætlan. Hinar liggja stillar, tí trupulleikar hava stungið seg upp við kostnaðarmetingum og øðrum viðurskiftum, og greiða skal fáast á teimum trupulleikunum, áðrenn farast kann víðari.

Alt hevur kortini ikki ligið stilt seinastu árini, tí seinastu fýra árini eru komin 62 búpláss og 18 umlættingarpláss aftrat. Samstundis kann Almannaverkið visitera fimtu hvørja íbúð frá Bústøðum, og arbeitt verður eisini at finna fram til líknandi alternativar loysnir, ið kunnu økja um talið á vardum búplássum og soleiðis minka um trýstið á bíðilistanum.

 

Nýtt sambýli ístaðin fyri Eiragarð

Í 2018 samtykti Løgtingið at dagføra ognina á Eirargarði fyri 30 mió.kr. Bygginevndin arbeiddi við fleiri loysnum, men tað bar ikki til at fremja ætlanina fyri 30 milliónir krónur. Tí varð í mei 2018 farið undir at fyrireika at byggja eitt nýtt sambýlið, í fyrstu syftu til búfólkini á Eirargarði.

Ætlanin er at byggja eitt sambýli við 18 røktarbústøðum, felagshølum og felags virksemi. Røktarbústaðirnir skulu innrættast til at veita nógvan stuðul og serliga røkt. 12 av teimum 18 íbúðunum hava stór vesi/baðirúm til tyngri rørslutarnað, sigur Almannamálaráðið.

MAP vann útbjóðingina og hevur gjørt skipanaruppskot, sum var handað í februar 2019. Lógaruppskot við skipanaruppskotinum, varð lagt fyri Løgtingið í farnu tingsetu, men fall burtur.

Almannamálaráðið sigur, at í verandi løtu er prosjekteringin steðga, meðan málið verður fyrireikað at leggja fyri Løgtingið aftur. Gongur sum ætlað, og lógaruppskotið verður samtykt, kann arbeiðið vónandi bjóðast  út í apríl 2020, og farast kann undir at byggja í august 2020, so klárt verður at flyta inn í september 2022.

Fyrireikingin til hendan bústovnin liggja tó stillar, meðan fyrireikingarnar til hin stovnin á Mýruni verða gjørdar.

 

Dagføring av sambýlinum á Mýruni

Farið er undir at fyrireika bústovn fyri fólk við menningartarni á Mýrini í Hoyvík. Bústovnurin skal koma ístaðin fyri tveir bygningar, sum standa á Mýruni, og sum hava virkað sum sambýli í nógv ár.

Eftir ætlan skal nýggja sambýlið hava 18 búpláss býtt út á tríggjar eindir.

Skipanaruppskot varð handað 6. september 2019. Sambært tíðarætlanini skuldi arbeiðið bjóðast út í mars 2020, og farast skuldi undir at byggja í apríl 2020, soleiðis at klárt varð at flyta inn í mei 2022.

Nú er tó greitt, at metti kostnaðurin, frá tá lógaruppskotið varð gjørt, er ov lágur. Sambært skipanaruppskotinum verður kostnaðurin umleið 38 milliónir krónur, men tað er greitt, at neyvi kostnaðurin er ikki kendur, fyrr enn verkætlanin er boðin út, og avtalur eru gjørdar við arbeiðstakarar.

Av tí sama er verkætlanin í løtuni steðgað.

 

 

Bygging av nýggjum Barnaheimi

 

Í desember 2017 legði táverandi landsstýriskvinna fram uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn. Lógaruppskotið varð ikki samtykt, áðrenn tingsetan endaði, og tí varð nýtt lógaruppskot lagt fram í september 2018. Fleiri orsøkir vóru til, at uppskotið ikki varð samtykt. Millum annað var ivasamt, um kostnaðarmetingin fór at halda, og harumframt skuldi fáast greiða á viðurskiftunum kring ognina á Pedda við Steingøtu, har barnaheimið heldur til í løtuni.

Lógaruppskotið varð ikki samtykt, áðrenn tingið fór í summarfrí í summar. Óvissurnar kring kostnaðarmetingina saman við tí, at val skuldi útskrivast á ólavsøku, høvdu við sær, at táverandi landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samuelsen, gjørdi av at heita á bygginevndina at gevast við arbeiðinum at byggja nýtt barnaheim.

Í uppskotinum til verklagslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn varð mett, at projektering og bygging fór at kosta 65 milliónir krónur. Tá skipanaruppskotið varð liðugt á vári 2019 varð samlaða metingin av byggikostnaðinum komin uppá 136 mió.kr.

Støða skal takast til hvussu arbeiðast skal víðari við verkætlanini at byggja barnaheim, sigur Almannamálaráðið.

 

Bú- og umlættingarheim og virknistilboð til børn og ung við autismu

Av teimum fýra byggiverkætlanunum til vardar bústaðir, er tað bert bústovnurin til børn og ung við autismu, sum gongur eftir ætlan.

Byggingin fevnir um tríggjar eindir; ein búeind við seks búplássum; ein umlættingareind við seks umlættingarplássum; og einari virkiseind til áleið 16 børn og ung, sum koma til ymiskt frítíðarvirksemi.

Almannamálaráðið sigur, at sambært tíðarætlanini verður arbeiðið boðið út 19. november í ár, og farið verður í gongd at byggja 14. apríl næsta ár. Klárt verður at flyta inn 21. mars í 2022, sigur Almannamálaráðið.

Tað er hinvegin greitt, at kostnaðarmetingin í sambandi við lógaruppskotið var ov lág. Høvuðsprojekteringin er tó við at koma undir land, sigur Almannamálaráðið, og arbeitt verður í løtuni við at fáa greiðu á, hvat skal gerast.

 

Aðrar verkætlanir

Umframt tær fýra stóru verkætlanirnar, er Almannamálaráðið saman við Almannaverkinum áhaldandi í gongd við smærri dagføringar og viðlíkahald. Umvælingar og dagføringar eru løtuni í gongd - ella eru ætlanir um hetta - í fleiri vardum bústøðum hjá Almannaverkinum, millum annað á Eiragarði, í Torfinsgøtu í Havn, í Hóvabrekku á Argjum, á Traðarvegi í Sandavági og á Eiðisgarði í Vági. Almannamálaráðið sigur, at væntandi fara dagføringarnar at útvega nøkur búpláss aftrat.

Almannamálaráðið boðar frá, at tørvurin á dagføringum til vardar bústaðir er stórur, og at Almannamálaráðið ger saman við Almannaverkinum tilráðingar til Landsverk, um hvat er átroðkandi, og støða verður síðani tikin til, hvat kann gerast innan fyri samlaða løgukarmin.