Bygdarskýlið á Ovaravølli var fult av fólki annan hvítusunnu morgun. Harumframt stóðu fleiri fram við girðingini. Tað var ikki tí at nakar fótbólts dystur var á skránni, men tí at fólk úr øllum kirkjum í Suður streymoy umframt nógv onnur vóru komin saman til árligu útigudstænastuna, ið varð hildin fyri sjeyndu fer.
Tað eru prestarnir í eystara, vestara og norðara prestag jøld um í Suðurstreymoy, sum skipa fyri. Kirkjuráðini hjálpa eisini væl til.
Bubu legði dent á at hava vinir
Prestarnir tóku lut á ymiskan hátt. Sonja Klein bjóðaði væl komin og bað eina bøn, Henn ing Bøgesvang læs kollektina, Bergur D. Joensen epistulin, Sverri Steinhólm trúarjáttan ina, Derhard Jógvansson evan gelitekstin, Heri Joensen præd ikaði, og Theodor Eli D. Olsen takkaði, bað Faðirvár og lýsti áronittisku signingina.
GHM og Havnar Hornork estur spældu til sálmasangin. Hesir sálmar vórðu sungnir: Nú skínur sól í dýrd og mæti, Kom, friður av himni, Mána og sól, Harra Guð, títt dýra navn og æra og Alt í føðurhendi er.
##med2##
Í ár var tað klovnurin Bubu, ið hevði nakað til børnini. Hann segði søguna um heim leysa Henry, sum bara hevði ein vin, og tað var Jim. Bubu vísti á týdningin at hava vinir, og at gera nakað gott fyri hvønn annan.
Prædikaði um Jóhannes 3,16
Tað var Heri Joensen, ið præd ikaði. Teksturin var tann kendi í Jóhannes 3,16, sum eisini verð ur kallaður tann lítla Bíblian. Skriftstaðið er úr samrøðuni millum Jesus og Nikodemus, sum vitjaði Jesus á náttartíð.
##med3##
Heri Joensen vísti eisini á, at hvítusunna er føðingardag ur kirkjunnar.
Gudstænastan varð tulkað fyri deyvum, og hon varð eisini send í KvF.
Eftir gudstænastuna fóru fólk í Badmintonhøllina til ein drekkamunn, og okkurt gott var eisini til børnini.
– Tað er hugaligt, at fólk aðrastaðni úr landinum koma til útigudstænastuna. Eisini koma fleiri fólk úr øðrum sam komum í Havn og eru við. Tað hevur óivað nakað við tað at gera, at aðrar samkomur ikki hava tiltøk um morgunin annan hvítusunnudag, sigur Derhard Jógvansson.
##med4##
##med5##
##med6##