Ummæli: Syrgiligar sjúkrasøgur

Nýggj skaldsøga og nýggj dagbóksútgáva siga syrgiligar sjúkrasøgur. Skaldsøgan er trygg søgufrásøgn um vanlukkuligt mistak í heilsuverkinum, og dagbókin er kensluborin skriving á ferð fram móti deyðanum. Her umrøða vit bøkurnar »Gloymdur« og »Góða systir«

Solby A. Christiansdóttir
»Gloymdur«
293 blaðsíður
Forlagið Sprotin

Margit M. Baadsager
»Góða systir«
412 blaðsíður
Forlagið Sprotin

Mannligu høvundarnir, sum skriva bøkur um siðsøgu og skip, fáa í hesum døgum harða kapping frá kvinnuligum høvundum, sum skriva um persónlig og kenslusom viðurskifti.
Fýra bøkur,...