Frá vinstru: Beinir Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Strøm og Bjarni K. Petersen


Unga innrásin á tingi

Valkvøldið leygardagin varð sermerkt av, at fleiri aldursmet fullu. Aldrin áður eru so nógv valevnir undir 30 ár vald á ting, Beinir Johannesen tók 74 ára gamla metið hjá Jákup í Jákupsstovu, og er nú yngsti persónur nakrantíð valdur á ting, og Hervør Pálsdóttir er yngsta kvinna nakrantíð vald á ting, aftaná hon tók 17 ára gamla metið hjá Kristinu Háfoss

Ungdómurin gjørdi av álvara innrás í føroyskan politikk, tá ið veljararnir leygardagin valdi ikki færri enn fýra valevnir á ting, ið eru undir 30 ára gomul.

Hetta er fyrstu ferð síðan heimastýrislógin kom í gildi, at so nógv ung hava vunnið sess á tingi. Men tað er ikki einasta metið, ið tey ungu valevnini settu á...

Frá vinstru: Beinir Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Strøm og Bjarni K. Petersen