TIÐINDI     SOSIALURIN

Útbyggingin av stórfjósinum á Viðareiði er steðgað upp

Arbeiðið í nýggja stórfjósinum á Viðareiði er steðgað upp. Búnaðargrunnurin vil ikki rinda rokningar. Teir tríggir bøndurnir siga, at Búnaðargrunnurin spyr eftir ymsum viðurskiftum, sum bøndurnir hava svarað uppá fyri umleið tveimum árum síðani

Teir tríggir bøndurnir á Viðareiði: Esmar Sørensen, Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen í nýggja fjósinum (Mynd: Frants Jensen)



Stutt fyri jól læt nýtt stórfjós upp á Viðareiði. Teir tríggir bøndurnir, Nils Absalonsen, Rói Matras Absalonsen og Esmar Sørensen hava í fleiri ár arbeitt við ætlanunum, og leygardagin 7. desember í fjør komu fyrstu kýrnar inn í fjósið.

Í fyrstu syftu valdu teir at taka helvtina av fjósinum í nýtslu. Teir høvdu sostatt 59 kýr í fjósinum, tá ið Sosialurin skrivaði stóra grein um nýggja fjósið og ætlanirnar hjá teimum trimum bóndunum hálvan desember í fjør.

Ætlanin var, at teir skuldu taka restina av fjósinum í nýtslu í januar í ár. Tá skuldi talið á neytum koma upp ímóti 120. Men nú er arbeiðið steðgað. Veitararnir fáa ikki sínar pengar, og teir vilja ikki gera meira, fyrr enn teir fáa sítt.

Avgreiða ikki rokningarnar

– Vit hava fyri langari tíð síðani fingið lán frá Búnaðargrunninum, og vit hava váttan frá teimum, at alt er í lagi. Men tá ið rokningarnar skulu gjaldast, so vilja teir ikki gjalda, sigur Nils Absalonsen, ein av teimum trimum bóndunum.

Rokningarnar eru komnar til bøndurnar á Viðareiði, og so hevur avtalan verið, at tær verða sendar víðari til Búnaðargrunnin, sum síðani rindar. Men tað er her, tað er steðgað upp.

– Búnaðargrunnurin liggur oman á rokningunum og avgreiðir tær ikki. Ístaðin fyri at avgreiða viðurskiftini, gera teir seg tvørar og seta spurningar við, um alt eru í lagi við treytunum hjá okkum. Og hetta eru spurningar, ið vit hava svarað fyri umleið tveimum árum síðani, sigur Nils Absalonsen.

Millum annað eru spurningar settir við, um bøndurnir á Viðareiði hava nóg mikið av bøi at velta, og spurningar viðvíkjandi nú 39 ára gamla fjósinum við síðuna av nýggja fjósinum og umbyggingarnar av tí.

– Vit hava tosað við teir fleiri ferðir, og nú senda vit teimum svarini umaftur. Vónandi lesa teir svarini hesaferð, sigur Nils Absalonsen.

Sálarligur yvirgangur

Avleiðingarnar, at rokningarnar ikki verða goldnar, eru, at tað dregur út at fáa nýggja fjósið liðugt.

– Vit hava als ikki tíð at bíða. Teir, sum skulu seta mjólkimaskinuna upp, eru bílagdir langt fram í tíðina. Koma teir ikki nú, kunnu teir í fyrsta lagi koma í mars, sigur Nils Absalonsen.

– Búnaðargrunnurin koyrir sálarligan yvirgang móti okkum. Teir hava játtað okkum lán, men teir vilja ikki gjalda út, sigur Nils Absalonsen.

Tilsamans kostar nýggja stórfjósið á Viðareiði umleið 20 milliónir krónur. Búnaðargrunnurin hevur goldið nógvar av rokningum, men herfyri steðgaði upp.

Eingin viðmerking

Búnaðargrunnurin søkir í hesum døgum eftir nýggjum stjóra. Freistin er úti í dag. Fyrrverandi stjórin, Regin I. Jakobsen, er farin í starv sum stjóri í Vága Floghavn. Virkandi stjóri í Búnaðargrunninum er Símun Gullaksen, formaður í stýrinum fyri grunnin.

– Eg má kanna hatta málið nærri hjá umsitingini. Eg fari eftir ætlan til Havnar í morgin (blaðm: mikudag). Annars havi eg onga viðmerking til málið, sigur Símun Gullaksen.
Sosialurin hevur tvær ferðir tosað við Símun Gullaksen og givið honum møguleika at svara skuldsetingunum aftur, men hann vil ikki koma við aðrari viðmerking enn hesi:

– Vit viðgera eitt tílíkt mál innanhýsis og ikki í almenninginum, sigur Símun Gullaksen.

Teir tríggir bøndurnir á Viðareiði: Esmar Sørensen, Rói Matras Absalonsen og Nils Absalonsen í nýggja fjósinum (Mynd: Frants Jensen)