TIÐINDI     SOSIALURIN

Vánaligir dagstovnar noyða foreldur niður í arbeiðstíð

Tað eru sera fá starvsfólk til arbeiðis seinnapartin, og tí hava Bjarta og maðurin júst tikið avgerð um, at pápi genturnar fer niður í arbeiðstíð, so hann kann heinta døturnar, áðrenn starvsfólkahópurin á stovnurin verður alt ov lítil

 

 



- Eg vil fegin stuðla námsfrøðingunum, sum eg veit eru undir stórum arbeiðstrýsti, men eg eri bangin fyri, at tað gongur útyvir børnini hjá mær, um eg tosi alment um umstøðurnar, tey arbeiða undir, sigur Bjarta, sum eigur tvær døtur á eitt og fimm ár, ið báðar ganga á stovni í Havn.

 

Bjarta og maður hennara eru so ónøgd við støðuna á stovninum, har døturnar ganga, at tey nú hava tikið avgerð um, at pápi genturnar fer niður í tíð á arbeiðsplássinum, soleiðis at tey kunnu heinta genturnar tíðliga, og tær ikki undir verandi umstøðum skulu vera á stovni fullan dag.

 

- Tey, sum hava lisið námsfrøði fáa ikki brúkt sínar førleikar, tí tey skulu ansa eftir alt ov nógvum børnum í senn, staðfestir hon.

 

Standa hjálparleys

Hon er varug við, at tað ikki hjálpir námsfrøðingunum, og trongu støðuni tey standa í, at tey sum familja hava valt, at maðurin fer niður í tíð.

 

- Trupulleikin er bert, at vit sum foreldur standa hjálparleys, og hendan loysnin hjálpir okkara børnum her og nú. Vit vita ikki, hvat vit sum foreldur kunnu gera fyri at stuðla námsfrøðingunum og fremja broyting á økinum, sigur hon.

 

Foreldrini rinda fyri, at genturnar ganga fulla tíð á stovninum, hóast tey nú hava tikið hesa avgerðina.

 

- Vit eru annars glað fyri stovnin, og børnini trívast væl teir tímarnar, tey eru har, og tá tað eru nógv starvsfólk til arbeiðis, leggur hon afturat.

 

Tað er serliga lítla manningin á stovnunum seinnapartar, sum ørkymlar Bjartu og mann hennara. Hon nevnir, at tað er hent fleiri ferðir, tá tey eru komin eftir børnunum, at eingin heldur eyga við yngstu dótturina, tí tey eru so fá til arbeiðis á gólvinum tá.

 

- Onkuntíð hevur hon gingið púra einsamøll, sigur hon.

 

Og tað er júst tí, tey hava tikið avgerð um, at maður hennara fer niður í arbeiðstíð, so hann kann heinta genturnar, áðrenn starvsfólkahópurin á stovninum verður alt ov lítil.

 

Bjarta arbeiðir fulla tíð innan gransking, og maðurin arbeiðir á almennum stovni. Tí ber til hjá teimum at taka hesa avgerðina, greiðir hon frá.

 

Hon sigur frá, at tey hava hugsað um at biðið stovnin um eitt yvirlit av, hvussu tey eru stovnurin er mannaður ymsar tíðir á degnum, so tey sum familja kunnu leggja arbeiðsdagin hjá foreldrunum til rættis eftir tí, men sum áður nevnt, so er tað fjaldi spenningurin og óttin fyri, at børn teirra vera fyri missmuni, ið heldur teimum aftur.

 

- Tað avirkar okkara arbeiði, tí vit føla, at genturnar ikki kunnu vera á stovninum fulla tíð vegna vánaligu normeringina, sigur hon.

 

Verri á vøggustovuni

Bjarta er serliga ørkymlað um umstøðurnar á vøggustovuni, har yngra dótturin gongur.

 

- Vit síggja, hvussu starvsfólkið á stovninum slítur seg sundur. Um ein á stovuni fer frá at skifta eina blæu, er hin einsamøll á stovuni við nýggju børnum. Eg veit, at børnini verða ansaði, men tað tykist ikki, sum fáa tey ta nærveruna, sum teimum tørva, sigur hon ørkymlað.

 

Foreldrini hava ikki snakkað við stovnin um stúranina, tey ganga við, tí tey ikki vilja leggja stein omaná byrðu hjá starvsfólkunum, sum longu overva seg og eru mødd.

 

- Eg síggi, hvussu tær slíta seg sundur á stovunum, og eg eri sætt at siga eisni bangin fyri, hvussu tað kann ávirka míni børn, um eg tykist ov grenjutt, sigur hon ærliga.

 

Hóast tað serliga er vánaliga normeringin á vøggustovuni, sum órógvar Bjartu, so leggur hon dent á, at hon als ikki er nøgd við normeringina á barnagarðsstovuni hjá fimm ára gamlu dótturini. Munurin er tó, at barnagarðsbørnini eru sjálvstøðugari og klára betur at skipa spælið enn vøggustovubørnini. 

 

Tórshavnar kommuna átti at klárað uppgávuna betur

Bjarta er hørm um, at normeringin er so mikið vánalig í Havn, at foreldur verða noydd til at stytta um arbeiðstímarnar, tí tey ikki kenna seg trygg við at lata barnið vera á stovni fulla tíð.

 

- Vit vóna, at okkurt fer at broytast innan økið skjótt. Nú fer maður mín niður í tíð, og so mugu vit býta um um nøkur ár, um støðan á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu ikki broytist. Okkum dámar bæði væl okkara arbeiði, og vit vildu fegin arbeitt fulla tíð. Nú sleppi eg at raðfesta mítt arbeiði í nøkur ár, og so má hann sleppa seinni, sigur hon.

 

Hon nevnir eisini, at tey hava bæði hugsað um at flyta úr kommununi, so tey hava atgongd til stovn við betri normering, men tað er ópraktiskt, ógvusligt og á ongan hátt rætt, tá tey bæði eru úr Havn, har alt netverkið hjá teimum eisini er.

 

- Vit høvdu tó valt privatan stovn og framhaldandi arbeitt fulla tíð, um vit fingu tilboðið, staðfestir hon.

 

- Tórshavnar kommuna er ein av landsins ríkastu kommunum. Tað er ómetaliga keðiligt, at kommunan soleiðis niðurraðfestir økið. Eg skilji ikki, at myndugleikarnir ikki lurta eftir tí, ið verður viðmælt viðvíkjandi normering, sigur hon álvarsliga.

 

- Eg vil heldur goldið eitt hægri gjald ella meir í skatti, enn at dagstovnaøkið varð niðurraðfest, leggur hon afturat.

 

 

Bjarta er dulnevni, og vit kenna veruliga navn hennara. Hon er dulnevnd í greinini, tí hon er bangin fyri at tosa alment um støðuna á stovninum, tí hon ber ótta fyri, at útsagnirnar hjá henni møguliga ávirka døtur hennara á stovninum.