TIÐINDI     SOSIALURIN

- Vanlukkur hugtaka okkum menniskju

- Menniskjað hevur altíð verið hugtikið av spenningi og tingum, sum seta kenslurnar hjá okkum í gongd, sigur Erling Fles, sálarfrøðingur



Tørvurin eftir hoyra og fortelja um óhapp og vanlukkur er nakað, sum liggur djúpt inni í okkum mennsikjum. Tað er boðskapurin hjá Erlingi Fles, sálarfrøðingi, sum frá einum sálarfrøðiligum sjónarhorni væl skilir, at tað er so lokkandi hjá fólki at bæði deila og hyggja at myndum av óhappum og vanlukkum.

- Vit verða bombarderað við negativum tíðindum frá fjølmiðlunum og eru blivin tað í langa tíð. Vit hoyra og lesa í heilum um kríggj í miðeystri, terroratsóknir og aðrar vanlukkur av alskyns slag. Reint psykologiskt eru vit blivin so von við hetta slag av tíðindum, at tey eru blivin ein partur av okkum, sigur Erling Fles.

Vanlukkan er spennandi

Prinsippið í hesum er ikki nakað nýtt, tí keðiligar og katastrofalar hendingar hava altíð verið spennandi fyri okkum menniskju.

- Menniskjað hevur altíð verið hugtikið av spenningi og tingum, sum seta kenslurnar hjá okkum í gongd. Í lokalsamfelagnum fyrr slatraði og tosaði mann til dømis um vanlukkur og annað, sum er tungt og keðiligt. Munurin í dag er bara, at vit nú kunnu deila okkara katastrofalu upplivingar við allan heimin á sosialu miðlunum, sigur Erling Fles og vísir á, hví slíkar søgur eru so spennandi bæði fyri tann, sum leggur tað út á Facebook, og fyri tann, sum sær tað.

- Tá onkur vanlukka hendir, so veit mann ofta ikki heilt, hvat hon endar við, tí útfallið kann vera bæði negativt og positivt. Vit verða automatiskt drigin at vanlukkuni, tí vit fáa okkurt burtur úr henni. Tað er kanska eisini tí, at vit søkja hana, sigur hann.

Vegamótið lærir okkum okkurt

Erling Fles hugleiðir víðari um fyribrigdið "katastrofa" út frá sálarfrøðiligum ástøði. 

- Orðið "katastrofa" kemur frá gomlum grikskum, og tað merkir “vendipunkt” (vegamót). Og ein katastrofa í sær sjálvum kann fyri menniskju upplivast sum eitt vegamót.

- Í barnasálarfrøðini leggur mann dent á, at um eitt barn upplivir nógvar kreppur, so kemur tað í eina støðu, sum tað ikki megnar, og so verður hetta til eitt vegamót í lívinum hjá barninum. Altso barnið lærir okkurt av katastrofuni, tað hevur verið fyri, sigur Erling Fles og leggur dent á, at tað sama er galdandi í øllum aldursbólkum.

- Tá ein persónur fær ein hjartatilburð og yvirlivir, er tað stórur kjansur fyri, at viðkomandi fer at broyta sítt lív onkursvegna. Tí tá vanlukkan rakar, leggja fólk seg ofta eftir nøkrum øðrum virðum í lívinum, tí nú hevur mann verið tætt við at doyggja, sigur Erling Fles og vendir aftur til áhugan hjá fólkinum eftir vanlukkum.

- Tað sama prinsippið er galdandi, tá ein vanlukka hendir í samfelagnum. Tá blíva vit ótilvitað hugtikin av vanlukkuni, tí vit ikki vita, hvat støðan endar við. Tað er ein sjálvfylgja, at miðlarnir dekka vanlukkuna, men hugsa líka um, at tað eru jú eisini menniskju, sum stýra miðlunum og velja, hvat skal dekkast, sigur hann.

Ein máti at skapa samband

Erling Fles hevur eitt boð uppá, hví summi fólk velja at deila myndir og søgur av vanlukkum og óhappum á sosialu miðlunum.

- Eitt er tað, at tú fært uppmerksemi og nøgdsemi av at byrja eitt kjak av onkrum slag. Men ofta eru tað tey somu fólkini, ið deila katastrofalar myndir og søgur, og tey dyrka onkursvegna tað keðiliga. Tað kann vera ein máti at skapa samband við onnur menniskju, og mann kann halda, at tað er betri at fáa negativt uppmerksemi enn einki, sigur Erling Fles.