Varð nýtt sum tulkur í grønlendskum longu í barnaskúlanum

Elin Neshamar hevur gjørt eina grønlendsk-føroysk orðabók. 30 ára gamla klaksvíkskvinnan er uppvaksin í Grønlandi og hevur lisið grønlendskt á universitetinum í Nuuk. Longu í barnaskúlanum varð hon nýtt sum tulkur, og nú fer nógv av hennara tíð til at týða og tulka til ella úr grønlendskum

– Tá ið eg kom heim til Føroya, eftir at hava tikið bachelor í grønlendskum, hugsaði eg, hvat eg hevði gjørt. Um tað fóru at vera nakrir arbeiðsmøguleikar. Men tað kom so spakuliga, og nú brúki eg tað mesta av tíðini til ymiskar uppgávur, sum hava við tað grønlendska málið at gera. Eg hevði aldri droymt um, at eg...