TIÐINDI     SOSIALURIN

Visti at eg skuldi vera elektrikari

– Longu sum heilt ungur visti eg, at eg skuldi vera elektrikari. Onkur annar sigur, at tað er ringt at klára seg fíggjarliga sum lærlingur, men tað haldi eg ikki. Mær dámar sera væl, sigur Ægir T við Úlvsá úr Havn, sum er í gongd við fjórða árið sum lærlingur hjá LM Electric

Ægir T. við Úlvsá er lærlingur í LM Electric. Nú arbeiðir hann við at gera umvælingararbeiðið liðugt í Burger King í SMS (Mynd: Álvur Haraldsen)



19 ára gamli Ægir T. við Úlvsá er ein av teimum mongu hundraðtals lærlingunum í Føroyum. Í fjør vórðu 359 lærusáttmálar undirskrivaðir, og av teimum vóru 42 lærusáttmálar sum elektrikarar.

Tá ið Ægir T. við Úlvsá hevði gingið níggju ár í Venjingarskúlanum/Skúlanum á Fløtum, valdi hann at fara á Tekniska Skúla í Smiðjugerði.

– Sum smádrongur og hálvvaksin dámdi mær væl at fáast við el-tól, og eg var áhugaður at læra meir um hetta. Eg havi tikið nakrar teldur og sjónvørp sundur og sett tey saman aftur. Eg fekk tað ofta at rigga aftur, men onkuntíð havi eg eisini oyðilagt tólið, ið eg hevði tikið sundur. Eg visti, at eg skuldi vera elektrikari, sigur ungi lærlingurin. 

Ægir T. við Úlvsá byrjaði á el-deildini á Tekniska Skúla, har hann gekk í eitt ár og tók Yrkisnám 1 og 2.


Ringt at fáa lærupláss

Tað var tó ikki so lætt hjá honum at fáa lærupláss.

– Eg byrjaði at søkja lærupláss í mars mánaði, men eg fekk fleiri nei. Allir søgdu, at teir høvdu nóg mikið av lærlingum. Eg royndi at vera framligur og var eisini og vitjaði hjá LM Electric, men har var einki lærupláss at fáa tá, søgdu teir. Eg hevði tó hoyrt frá onkrum lærara, at LM Electric fóru at hava tørv á lærlingum, so triðju ferð, eg vendi mær til LM Electric, slapp eg til samrøðu, og ein tíma aftaná ringdu teir og søgdu, at eg hevði fingið lærupláss, sigur Ægir T. við Úlvsá.

Av tí at hann hevði skúlan frammanundan, fekk hann 40 vikur góðskrivaðar av lærutíðini. Av tí sama hevur hann ikki verið í skúla aftur, síðani hann byrjaði hjá LM Electric. Nú í januar skal hann í skúla í 10 vikur, og ein mánað aftaná skal hann byrja upp á sveinaroyndina. Í oktober komandi ár verður hann væntandi liðugur við læruna.


Á Glasi, Sundi og SMS

– Eg visti ikki rættiliga, hvat eg skuldi vænta, tá ið eg byrjaði her. Men tað hevur verið sera gott, og eg eri glaður fyri at arbeiða her, sigur Ægir T. við Úlvsá.

Í lærutíðini hevur hann arbeitt nógv á Glasi, inni á Sundi og ymsastaðni í SMS. Í løtuni er hann saman við nógvum øðrum handverkarum í gongd við at umvæla Burger King í SMS.

– Tað hevur verið nógv tíðartrýst á at fáa arbeiðini liðug, og tí hava vit arbeitt nógv yvir, millum annað tá ið vit hava gjørt Hornið, Sunset og nú Burger King. Tí hava vit eisini arbeitt nógv yvir, sigur ungi havnarmaðurin.


Nógv yvirtíð

Honum dámar væl at arbeiða yvir, tí tað merkir eisini, at hann fær meira pengar.

– Vit hava ofta arbeitt til klokkan 20 kvøldi, og onkuntíð hava vit eisini arbeitt til klokkan 24. Tá ið eg havi arbeitt mest, arbeiddi eg næstan 100 tímar í eina viku. Tá varð eg sera troyttur, og vit fingu nakrar frídagar aftaná, sigur Ægir T. við Úlvsá.

Hann undirstrikar tó, at tað er ikki vanligt at arbeiða so leingi, men at tað er, tá ið okkurt skal gerast liðugt til eina ávísa tíð.

Lærlingalønin er ikki tann heilt stóra. Fyrsta árs lærlingar fáa um 50 krónur um tíman, og lønin hækkar so líðandi, til hon er uppi á 83 krónur um tíman fyri fjórða árs lærlingar.

– Tað eru yvirtímarnir, ið geva nakað. Tí sigi eg næstan altíð ja, tá ið vit arbeiða yvir, sigur Ægir T. við Úlvsá.


Bara forsyrgjarar hava tørv á skattalætta

Uppskot er nú frammi um, at lærlingar skulu tjena 50.000 krónur skattafrítt. Hetta er millum annað, tí at vinnan rópar eftir at fáa handverkarar, og so vilja politikkarar gera tað meira spennandi at velja eitt lærupláss hjá teimum ungu.
Ægir T. við Úlvsá heldur hetta ljóðar gott, men hann heldur tó ikki, at hann hevur ov lítið av pengum.

– Eg haldi ikki, at lærlingar hava tað so ringt. Eg búgvi heima og havi tí ikki tørv á so nógvum. Eg dugi at síggja, at um onkur hevur hús og børn, so er tað fullkomiliga ómøguligt at fáa tað at hanga saman fíggjarliga, men um tú býrt hjá foreldrunum og fært mat og alt annað, so er tað kanska ikki neyðugt við skattalætta.

– Eg hoyri, at onkur lærlingur sigur, at tað er sera hart fíggjarliga at vera lærlingur, men eg haldi, at tað er bara galdandi, um ein er forsyrgjari, sigur lærlingurin.

Ungi havnarmaðurin sigur seg ikki brúka so nógvar pengar. Hann roynir heldur at spara upp. Hann hevur tó ein bil, sum er ein Mercedes frá 1999. Bilurin er hansara størsta útreiðsla.

– Eg koyri við honum til arbeiðis og geri onkrar smærri túrar, sigur Ægir T. við Úlvsá.


##med2## 

Ikki farið uttanlands at arbeiða

Fyri 20 – 30 árum síðani var stórt arbeiðsloysi innan handverkaravinnuna í Føroyum, og tá leitaðu nógvir handverkarar uttanlands at arbeiða.

– Eg vænti ikki, at eg hevði farið í læru, um einki arbeiði var at fáa í Føroyum og neyðugt var at fara uttanlands at arbeiða. So hevði eg valt okkurt annað, sigur Ægir T. við Úlvsá.
Hann vísir eisini á, at tað er ein stórur fyrimunur, at til ber at fáa alla útbúgvingina í Føroyum.

Dugi tað mesta

Tá ið arbeitt verður á byggiplássum, eru teir ikki bara elektrikarar, men handverkarar frá fleiri øðrum fyritøkum eisini. Tað ger eisini, at hann er komin at kenna fleiri onnur fólk, ið arbeiða innan fleiri ymisk øki.

Tað er ójavnt, hvussu nógv starvsfólk frá LM Electric, ið hava arbeitt á teimum ymsu arbeiðsplássunum, men síðstu tíðina í SMS hava teir verið umleið tríggir frá LM Electric.

– Í fyrstuni var tað ofta onkur av teimum útlærdu ella eldru lærlingunum, ið hjálptu mær og hugdu at tí, sum eg hevði gjørt. Men nú dugi eg tað mesta ella finni út av tí. Nú verði eg onkuntíð brúktur at hyggja at tí, sum teir yngru lærlingarnir gera, sigur Ægir T. við Úlvsá.


Starvsfólkatiltøk

Eftirspurningurin á lærlingum er broyttur síðstu árini. Vinnan skríggjar eftir handverkarum, og í løtuni hevur LM Electric 26 lærlingar av umleið 65 starvsfólkum.

– LM Electric er eitt gott arbeiðspláss, og tað verður eisini gjørt ymiskt fyri samanhaldið millum starvsfólkini. Í fjør vóru vit øll ein túr í Riga í Letlandi. Vit hava eisini verið nakrar starvsfólkaútferðir í Føroyum, millum annað vóru vit ein gongutúr millum Hellurnar og Fuglafjørð. Jólafrokostirnir eru eisini góðir. So plaga vit eisini at vera til sveinaball hjá hvørjum øðrum, sigur Ægir T. við Úlvsá.

Fleiri lærlingar eru komnir síðsta árið, men fleiri av teimum arbeiða í Eysturoynni.

– Eg haldi ikki, at tað man vera so spennandi at koyra so langt hvønn dag. Eg hevði nokk gjørt tað, um eg skuldi, men eg eri glaður fyri at eg arbeiði í Havnini. Tað er nógv lættari, sigur lærlingurin.


Verkfrøði, installatør ella maskinmeistara

Tá ið Ægir T. við Úlvsá verður útlærdur í oktober komandi ár, veit hann ikki enn, hvat hann fer at gera aftaná.

– Eg veit ikki, hvat tað verður. Eg vóni at sleppa at arbeiða víðari eina tíð. Men kanska eg í framtíðini fari at lesa okkurt víðari. Tað kann kanska vera verkfrøði, installatør ella maskinmeistari. Eg hugsi um okkurt av hesum, sigur Ægir T. við Úlvsá.


Fifa

Ægir T. við Úlvsá hevur ikki so nógv frítíðarítriv.

– Eg havi íðkað eitt sindur av ítrótti, tá ið eg var yngri. Bæði fótbólt, hondbólt, fimleik og rógving, men ikki longur. Áhugin er ikki har longur. Eg plagi at fylgjast við vinmonnunum um vikuskiftið. Vit spæla telduspøl, serliga Fifa, sigur Ægir T. við Úlvsá.
Onkrir av vinmonnunum eru eisini lærlingar.

– Beiggi mín er timburmaður og starvast í JEP smíð. Vit hava onkuntíð arbeitt saman á arbeiðsplássinum. Tað er nokk so stuttligt, sigur Ægir T. við Úlvsá.

Ægir T. við Úlvsá er lærlingur í LM Electric. Nú arbeiðir hann við at gera umvælingararbeiðið liðugt í Burger King í SMS (Mynd: Álvur Haraldsen)