TIÐINDI     SOSIALURIN

Vit hava roynt at funnið eina loysn



 

Talan er um eitt samansett mál, og tað skulu tvey til dansa tango.

Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, vísir á, at kommunan hevur gjørt tað, hon var ment, at finna teimum í ListGraFo innivist.

– Hetta er komplekst, og tað hevur tikið langa tíð. Tað er rætt. Tað eru vit kedd av, men tað eru fleiri partar í hesum, og tey eiga eisini ein part sjálvi, tá tey ikki hava verið við upp á fleiri av loysnunum, sigur Gunnvør Balle um ListGraFo.

– Vit hava verið í øgiliga drúgvum samráðingum við tey í skjótt fýra ár, har vit hava roynt at víst á ymisk høli, men tey hava sæð seg føst í júst hatta hølið, sigur Gunnvør Balle og sipar til gomlu evningsstovuna.

– Vit hava roynt at greitt teimum frá, at tað er ikki fyrr enn at ein samtykt fyriliggur í einari nevnd, at tú hevur rætt til nakað. Og tað hevur tað ikki verið í okkara tíð.

Málið strekkir seg út yvir fleiri kommunuvalskeið, og tí hevur sitandi samgonga ikki verið partur av málinum allatíð.

Í mun til leigusáttmálan um evningsstovuna sigur Gunnvør Balle, at avtalan varð samtykt í nevndunum báðum, men hon var ongantíð undirskrivað. Bráðfeingistørvur var á skúlastovum,  og tí mátti 3. flokkur í skúlanum á Fløtum inn í evningsstovuna - fram um ListGraFo.

– Hetta er eitt keðiligt mál, tí her eru so nógvar og drúgvar samráðingar. Tey í ListGraFo eru bara ein av kanska 10 ymiskum feløgum, sum vit samráðast við í senn. Tað er ein stór høliskabala, sum vit hava havt við at gera seinastu fýra árini. Tá vit komu burtur frá evningsstovuni, bjóðaðu vit teimum ovaru høllina í Finsen. Tey vóru ikki á einum máli um hølini, og summi fólk, sum vit hava tosað við, hava verið samd við onkrum av loysnunum, meðan onnur hava ikki, sigur Gunnvør Balle.

– Í summar ella í vár bjóðaðu vit teimum høli úti á Argjum, tú skúlabørnini fara úr skúlanum. Og summi vóru sera væl nøgd við tað, men tað vrakaðu tey eisini. Nú eru vit aftur í samráðing um Gula skúla, har vit á fíggjarnevndarfundi hava samtykt at royna at fara í dialog um at bjóða teimum Gula skúla saman við einum øðrum felagsskapi. Og har veit eg, at tey hava verið øgiliga positiv um tað. Og tí skilji eg ikki, at tá vit eru í samráðing um nýggj høli, sum eg skilji á lagnum, at tey eru kanska eru samd um, hví tey rógva afturá, og hví hetta verður evni til eina grein.