Vit merkja vøksturin

Heimasíðan Guide to Faroe Islands hevur eitt sindur meira enn eitt ár á baki, og nú grundarlag er so smátt komið til samanberingar, merkist tað, at vøkstur hevur verið í ferðavinnuni farna árið.

Høgni Reistrup rekur Guide to Faroe Islands, sum bjóðar fram ferðavinnutilboð, so sum gongutúrar, siglitúrar, myndatøkutúrar og annað. Heimasíðan er skipað á tann hátt, at ymiskir veitarar kring landið leggja tænastur sínar á heimasíðuna, har tað síðani ber til hjá ferðafólki at bíleggja ferðir og pakkaloysnir,...