Vit skulu hava okkara egnu brennistøð í Havn

– Vit í Havnar kommunu hava bundið okkum til fjarhita til borgarar í Havn gjøgnum Kommunalu Brennistøðina, og tí haldi eg, at tað er best, at vit hava okkara egnu brennistøð. Vit kunnu tó gott samstarva við IRF, sigur Heðin Mortensen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu

Fyrrverandi borgarstjórin í Havnar kommunu hevur als ikki hug at sláa saman við IRF og fáa eina felags brennistøð fyri alt landið.

– Vit hava eina vælvirkandi brennistøð í dag. Hon klárar bara ikki at brenna meira, enn hon ger. Men fáa vit ein nýggjan ovn norðanfyri verandi brennistøð, so kundu vit havt tveir...