TIÐINDI     SOSIALURIN

Vit spyrja føroysku kvinnuna

Vit spyrja, hvat føroyska kvinnan heldur um Altjóða kvinnudagin



Hansa Hansen
42 ár
Lesur politik og umsiting á Fróðskaparsetri Føroya
Samskipari á eldrablaðnum Fyndin

Hvat merkir kvinnudagurin fyri teg?

Eg njóti hvønn dag at vera kvinna. Tað er ein framíhjárættur, sum vil nakað, at vera kvinna í Føroym í 2020. Á kvinnudegnum eri eg serliga tilvitað og takksom fyri tað frælsi og teir møguleikar, eg havi.

Hvat eyðkennir føroysku kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?

Eg haldi ikki, at tað eru nakað ávíst, sum eyðkennir ta føroysku kvinnuna. Tað, sum eyðkennir kvinnurnar, eg kenni, er, at tær eru sjálvbjargnar, miðvísar, viljasterkar og arbeiðssamar. Harafturat eru kvinnur eisini ymiskar. Eg kenni nógvar kvinnur, sum eru fyrimyndarligar á hvør sín hátt. Eg ernist hvørja ferð eg síggi eina kvinnu vera trúgva ímótisær sjálvari, standa við sítt og krevja sítt pláss í samfelagnum – hvat tað enn er. Eg elski at eygleiða sterkar kvinnur, tær geva mær íblástur og orku.

Er altjóða kvinnudagur viðkomandi í Føroyum, nú vit skriva 2020?

Tað er lætt at skilja, hví tað stundum verður sagt, at kvinnudagurin er óviðkomandi fyri okkum í vesturheiminum í dag. Í Føroyum hevur ein kvinna so at siga teir somu møguleikarnar sum ein maður, og møguleikarnir eru nógvir. Men hóast vit eru fræls og rík, so eru tað enn kvinnur kring allan heim, sum hvørki eru frælsar ella ríkar. Tað eru kvinnur kring heimin, sum í hesu løtu ikki vita, hvussu tær skulu breyðføða børn síni. Tað eru gentur, sum í hesu løtu verða umskornar. Tað eru gentur, sum í hesu løtu verða giftar burtur til gamlar menn, sum tær ikki sjálvar hava valt.

Í Føroyum njóta vit í dag gott av rættindum, sum onnur hava kempað fyri. Tað merkir ikki, at vit skulu gloyma tær kvinnur, sum ikki hava fingið somu rættindi enn. So jú, sjálvandi er kvinnudagurin viðkomandi í Føroyum.

 

##med2##

Harriet Olafsdóttir av Gørðum
30 ár
Bóndi og íverkseti

Hvat merkir kvinnudagurin fyri teg?
Fyri at vera erlig havi eg ikki hugsað so nógv um kvinnudagin.

Hvat eyðkennir føroysku kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?

Tað sum eyðkennir føroysku kvinnuna er, at hon er fantastiska fjøltáttað. Hon klárar tað mest ótrúliga, er bæði eyðmjúk og gróthørð samstundis. Tað sigst, at allar kvinnur eru superhetjur, men eg haldi so avgjørt at tann føroyska kvinnan er nakað heilt serligt.

Er altjóða kvinnudagur viðkomandi í Føroyum, nú vit skriva 2020?
Fyri meg eru kvinnurættindini ein sjálvfylgja og ein altjóða kvinnudagur í Føroyum skuldi ikki verið neyðugur nú vit skriva 2020. Sum konufólk í eini mannfólkaverð, bæði sum bóndi, stjóri og íverkseti, dugi eg væl at síggja, at í summun førum verða vit ikki javnsettar við hitt kynið, men tá talan er um kynskvotur og serrættindi til kvinnur, hoppi eg av, tí í mínari verð eigur tað bara at vera fair báðar vegir.

 

 ##med3##

Sonja J. Jógvansdóttir
42 ár
Stjórnmálafrøðingur og samskipari hjá Samtak

Hvat merkir kvinnudagurin fyri teg?
Kvinnudagurin er eitt høvi at steðga á og taka týdningarmikil viðurskifti fram, sum kvinnur eru fyri í samfelagnum – bæði úti og heima. Kvinnustríð er stættarstríð, og stættarstríð er kvinnustríð. Hetta átti at fylt meir í kvinnurørsluni og arbeiðnum hjá til dømis fakfeløgum. Vit kunnu fáa eina fatan av, at kvinnustríð snýr seg um at fáa kvinnum í ovastu løgunum vald. Ikki at siga at hetta ikk er týðandi, men vit mugu ikki gloyma kvinnurnar á niðastu rókunum, og skapa teimum virðiligar liviumstøður.

Hvat eyðkennir føroysku kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?
Føroyskar kvinnur eru raskast í heiminum, men eg vildi ynskt, at tær ikki vóru so lítillætnar. Tað er ongastaðni, at kvinnur arbeiða so nógv, sum í Føroyum, og vit øll, sum hava møguleika at gera nakað við tann ójavna, sum kvinnan er fyri, mugu leggja meir fyri, tí tað er ikki í lagi, at kvinnur hava lægri løn, og eru í nógv størri vanda at enda í fátækraváða. Føroyska kvinnan er treisk, soglig og heilt ótrúliga røsk.

Er altjóða kvinnudagur viðkomandi í Føroyum, nú vit skriva 2020? 
Altjóða kvinnudagurin er viðkomandi, tí kvinnur hava lægri løn, eru í nógv størri vanda at enda í fátækraváða, hava ikki fult ræði á egnum kroppi, eru ikki umboðaði javnt har avgerðir vera tiknar, og eru yvirhøvur ov ósjónligar í miðlum, almenna landslagnum og so framvegis. Sosialur ójavni er ein av heilt stóru hóttanunum í heiminum í dag, og hetta rakar kvinnur og børn – hart! Henda sannroyndi eigur at fáa okkum øll at vilja gera nakað við tað.

 

##med4##

Maria Olsen
70 ár
Pensjónistur (fyrrv. Farmakonom)
Nevndarlimur í Landsfelag Pensionista og forkvinna í Eldraráðnum í Norðoyggjum

Hvat merkir kvinnudagurin fyri teg?
Altjóða kvinnudagurin merkir fyri meg, at tað verður gjørdur munur á monnum og kvinnum. Eg haldi at mennirnir fara í bakgrundina og kvinnurnar verða alsamt meir dominerandi.

Hvat eyðkennir føroysku kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?
Føroyska kvinnan gevst ikki, fyrr enn hon fær sín vilja í mun til mannin. Maðurin gevur henni sín vilja fyri frið skuld. Heldur enn at semja verður um, sum oftast tað, sum skal gerðast við hús.

Er altjóða kvinnudagur viðkomandi í Føroyum, nú vit skriva 2020?
Tað skuldi ein dagur verið settur av í árinum fyri, hvussu maður og kvinna best kunnu semjast. Og ikki bert ein dagur til kvinnuna.