TIÐINDI     SOSIALURIN

Vit ynskja eina brennistøð fyri alt landið

– Tað gevur ikki meining at hava tvær brennistøðir í Føroyum. Tað er at oyðsla pengarnar burtur. Vit mugu síggja alt Føroyar sum eitt land. Eg vil stríðast fyri eini felags brennistøð, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð

Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð



Í eina tíð hava IRF og Kommunala Brennistøðin í Tórshavnar kommunu tosað saman um at fingið eina felags brennistøð fyri alt landið.

Málið hevur verið fyri í øllum 28 limakommununum hjá IRF, og kommunurnar taka undir við, at tað í framtíðini bara verður ein brennistøð fyri alt landið, og at hon verður í Havn.
Men í tí 29 og seinastu kommununi í landinum, Tórshavnar kommunu, eru politikararnir ikki samdir, hvat skal gerast.

– Afturhaldskreftirnar eru sera sterkar. Vit hava viðgjørt málið í Náttúru- og umhvørvisnevndin fleiri ferðir, og vit hava eisini tosað við IRF, men málið hevur ikki verið búgvið at lagt fyri býráðið enn. Væntandi verður tað lagt fram nú á býráðsfundinum síðst í januar, sigur Turið Horn.


Munandi bíligari við einari brennistøð

Forkvinnan er avgjørd, at vit skulu hava eina brennistøð fyri alt landið.

– Vit eru so lítil í Føroyum, og vit mugu hugsa, hvat tænir okkum øllum í landinum best. Um vit í Tórshavn skulu gera eina nýggja brennistøð bara til okkara kommunu, so kostar hon umleið hálva milliard. Um IRF eisini skal hava eina, so skulu teir eisini rinda hálva milliard, sigur Turið Horn.

– Vit mugu hugsa alt Føroyar undir einum, og her eru nógvir pengar at spara. Tað er gott bæði fyri okkum í Havnar kommunu og fyri alt landið, sigur hon.


Ikki burturkast, men grøn orka

Sjálv hevur hon verið og sæð fleiri brennistøðir í Danmark, og hon sigur, at kommunur, har tað búgva umleið 80.000 fólk hava bara eina brennistøð – og tað verður roknað sum ein lítil brennistøð í Danmark.

– Vit mugu heldur ikki bara hugsa, at tað er burturkast, men at tað er orka og tilfeingi, og at vit kunnu fáa fjarhita og grøna orku úr burturkastinum, sigur Turið Horn.

Tær brennistøðir, ið hon hevur sæð í Danmark, hava verið ruddiligar og nossligar. Hetta heldur hon eisini ber til at gera í Føroyum.

##med2##


Betri endurnýtslur og skiljistøðir

Hon vísir eisini á, at brennistøðir vanliga ikki verða gjørdar til øki, har grundarlagið bara eru 25.000 ella 30.000 fólk.

– Tíverri hava vit ikki havt politikarar, sum hava brent fyri Komunalu Brennistøðini, og tí hevur okkara brennistøð á Hjalla ikki fingið nógvar pengar játtaðar í nógv ár, so at ráð hevur verið at gera nakað fyri at betra um umstøðurnar. Brennistøðin er niðurslitin, hon skuldi verið endurnýggjað fyri 10 árum síðani. Fleiri borgarar í Havnar kommunu eru komnir við góðum hugskotum viðvíkjandi skiljing og endurnýtslu. Men verandi brennistøð á Hjalla er so niðurslitin, at vit fáa illa gjørt meira, sigur Turið Horn.

Á brennistøðum, hon hevur vitjað í Danmark, eru stórar og væl skipaðar endurnýtslur og skiljistøðir, og tað heldur hon, at vit eisini kunnu hava her í Føroyum.

Hon heldur, at í fleiri ár hava vit runnið aftaná, og tí má nógv gerast fyri at fáa eina góða og nýmótans brennistøð.

– Eg haldi, at tað er syrgiligt og pínligt, at vit í Havnar kommunu mugu balla burturkast og senda tað niður til Danmarkar at brenna. Men sum nú er, er ongin annar møguleiki, sigur Turið Horn.

Fýra ár at byggja

Tað tekur umleið tvey ár at projektera og aftur næstan tvey ár at byggja eina nýggj brennistøð. Tað vil siga næstan fýra ár tilsamans, áðrenn vit fáa eina nýggja brennistøð.

– Tórshavnar kommuna hevur í framtíðar fíggjarætlanini frá 2021 sett umleið 115 milliónir krónur av hvørt ár í fýra ár til nýggja brennistøð. Vit mugu gera nakað nú. Eg vóni, at vit fáa eina góða loysn við eini felags brennistøð fyri alt landið. Tær upphæddirnar, sum er settar av til í ár, eru bara lappaloysnir, sigur Turið Horn.

Øðrvísi nevndarbýti

Uppleggið til nevndarbýtið leggur upp til, at Havnin bara skal hava eitt umboð, meðan verandi kommunur í IRF skulu hava seks umboð.

– Vit arbeiða við hesum málinum, og kanska vit fáa gjørt broytingar í mun til tað, ið liggur á borðinum. IRF eru eisini sinnað at fáa eina góða loysn, sigur Turið Horn.
Hon vísir annars á, at Komunala Brennistøðin hevur gott samstarv við IRF um ymisk viðurskifti, millum annað um felags tyrving, sum skal vera í Kvívíkshaganum.

Tíverri ikki fingið virðiliga umtalu

Forkvinnan í Náttúru- og umhvørvisnevndin heldur, at politikarar hugsa ov nógv avmarkað um Havnar kommunu.

– Málið um eina felags brennistøð hevur tíverri ikki fingið eina virðiliga umtalu. Eg vóni, at politikkara vilja síggja alt Føroyar sum eitt land og hugsa størri og meiri visjónert enn gjørt verður í dag, sigur Turið Horn.

– Eg haldi, at ein nýggj felags brennistøð fyri allar Føroyar er nógv tann besta loysnin. Tað er munandi bíligari, tað er grønari, vit fáa gagnnýtt ruskið best, og vit kunnu skilja og endurnýta munandi meira enn vit gera í dag. Eg vil stríðast fyri hesi loysnini, sigur Turið Horn.

Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar býráð

Kommunala Brennistøðin hjá Tórshavnar kommunu