TIÐINDI     SOSIALURIN

Ynskir samskipara at hjálpa harðskapsraktum kvinnum at fóta sær

– Eg vóni, at vit kunnu fáa meiri samstarv við Almannaverkið, kommunur og onnur, og at vit fáa samskipara í starv, sum kann hjálpa kvinnum, tá ið tær fara út frá okkum, at fóta sær í samfelagnum, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen, nýggi leiðarin í Kvinnuhúsinum



Ann-Britt Fríðheim Mortensen hevur fleiri visjónir, nú hon byrjar í starvinum 1. desember. Men hon ásannar eisini, at arbeiðsorkan er avmarkað.

– Umframt tær 35 sjálvbodnu, eru vit bara tvey fólk í løntum starvi, og tí er avmarkað, hvat vit megna, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Ljós á ambulanta arbeið

Nýggi leiðarin tekur yvir eftir Elin Reinert Planck, ið hevur verið 25 ár í starvi sum leiðari í Kvinnuhúsinum, og sum hevur verið myndin av Kvinnuhúsinum. Ann-Britt Fríðheim Mortensen er tó ikki ókend við arbeiðið, nú hon skal myndað staðið hjá kvinnum, ið líða av harðskapi, tí síðstu fimm árini hevur hon verið eitt av løntu starvsfólkunum í Kvinnuhúsinum.

Á Kreppumiðstøðini, sum er staðið, har kvinnurnar búgva, eru pláss til fýra kvinnur og nøkur børn, men arbeiðið í Kvinnuhúsinum røkkur tó víðari enn bara at hava høli og umsorgan fyri kvinnum, ið kenna seg noyddar at rýma heimanífrá vegna harðskap.

– Eg ynski at varpa meira ljós á tað ambulanta arbeiðið, vit bjóða. At tað er møguleiki at koma inn og fáa ráð og vegleiðing, so at vit eisini fyribyrgja harðskapi og seta inn so tíðliga sum møguligt, sigur nýggi leiðarin.

Ynskja at fáa samskipara

Nýggi leiðarin hevur ynski um at fáa meiri samstarv við onnur, ið eisini arbeiða innan sama øki á ein ella annan hátt.

– Vit hava í dag samstarv við millum onnur Almannaverkið, Kvinnufelagið, og verkætlanina ”Harðskapur í parløgum”, men eg vóni, at vit fáa samskipað samstarvið enn meira, so vit millum annað kunnu vísa á, hvat vit kunnu bjóða, og hvat kvinnurnar, ið vit hava her, hava tørv á, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Hon heldur, at eitt tílíkt samstarv kann geva góð úrslit, og tí ynskir hon, at samskipari verður settur í starv.

– Vit vóru á eini ráðstevnu í Keypmannahavn herfyri, har eitt av evnunum var, hvussu vit kunnu hjálpa kvinnum betur at fóta sær í lívinum, eftir at tær koma út aftur úr eini kreppumiðstøð. Verkætlanin hevur verið í gongd í Keypmannahavn, Odense og Randers síðani 2015. Samskiparar hava millum annað samband við kvinnurnar, tá ið tær fara útaftur úr eini kreppumiðstøð, og hesir hjálpa á ymiskan hátt, so at tær ikki aftur enda í harðskapsraktum parløgum. Eitt av hesum starvsfólkunum segði, at hon upplivdi tað sum at vera ein professionell vinkona, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Tørv á eftirvernd

Í løtuni hevur Kvinnuhúsið ikki nógv samband við kvinnurnar, tá ið tær fara út aftur úr Kvinuhúsinum í KFUM í Havn eftir at hava verið inni í nakrar vikur ella nakrar mánaðir. Tær fáa tó tilboð um at venda aftur, men tað eru ikki so nógvar, ið gera brúk av hesum tilboðnum.

– Nakrar av teimum útlendsku venda tó onkuntíð aftur. Tær biðja okkum millum annað hjálpa sær við at lesa post ella annað, sigur hon.

– Fyribils úrslit av verkætlanini í Danmark vísa, at tað er ein betri háttur at samskipa ráðgevingina við einum samskipara í starvi, sum verður útbúgvin til júst hetta. Eg ynski at arbeiða víðari við, at vit fáa tílíka eftirvernd í Føroyum, sigur komandi leiðarin.

Royndirnar niðri vísa, at kvinnurnar, ið hava gjørt brúk av samskiparanum, trívast betur likamliga og sálarliga, tær uppliva minni einsemi, kenna seg meira tryggar í gerandisdegnum, og hava lættari við at koma aftur í arbeiði, og tá er eisini lættari at endurupptaka og koma inn í netverk.

– Alt hetta minkar eisini um fylgjurnar av harðskapinum. Ein tílík verkætlan kann vera góð bæði fyri at fáa innlit í samfelagið sum heild, har tú eisini fært at vita, hvar tú kanst fáa hjálp, og hvør kann hjálpa við hvørjum, sigur hon.

Hjálp til útlendsku kvinnurnar í Føroyum

Hon vísir á, at tørvur er á at samstarva við almennar stovnar so sum Almannaverkið, kommunur, integratiónsamskiparar og onnur og at fáa ein samskipara, ið kann vera kontaktpersónur fyri hesar kvinnurnar.

– Hetta kann eisini vera ein sera stór hjálp hjá teimum útlendsku kvinnunum í Føroyum, ið ofta ikki hava stórt netverk, at hjálpa teimum og teirra børnum at fóta sær av nýggjum við at koma út aftur í samfelagið. Tær skilja ikki altíð so nógv av mentanina og málinum og vita ofta heldur ikki, hvar tær kunnu fáa hjálp, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Fleirtalið av teimum, ið koma í Kvinnuhúsið, hava føroyskan uppruna. Men í mun til fólkatalið, koma lutfalsliga fleiri útlendskar kvinnur í Kvinnuhúsið.

Sjónligari í almenna rúminum

Eitt annað øki, ið nýggi leiðarin kundi hugsað sær at gjørt meira við, er at vera meira sjónligari í samfelagnum.

– Eg vóni, at vit vera meira sjónlig í framtíðini, so at vit kunnu varpa ljós á, hvat harðskapur er. Tað kundu vit millum annað gjørt í almennum fyrilestrum og almennum verkstovum.

Kvinnuhúsið fær av og á fyrispurningar um at koma út til almenn tiltøk og greiða frá um harðskap, og aðrar tíðir eru tað millum annað lesandi, ið arbeiða við sálarfrøði ella skriva uppgávur, ið vitja í Kvinnuhúsinum fyri at seta seg meir inn í viðurskiftini.

– Tað er avmarkað, hvussu nógv vit náa í dag við verandi arbeiðsorku. Men eg vóni, at vit kunnu fáa størri játtan og stuðul, so at vit kunnu menna okkara tilboð enn meira, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Nógvar arbeiðsroyndir innan ymiskt øki

Nýggi leiðarin í Kvinnuhúsinum hevur fleiri fakligar førleikar umframt nógvar arbeiðsroyndir at arbeiða við fólkum, ið onkursvegna eru ella hava verið í kreppustøðu. Royndirnar hevur hon fingið úr Føroyum, Danmark og Grønlandi. Øll størvini hava nakað við menniskjur at gera, ið á ein ella annan hátt hava verið í truplari støðu.

Eftir at hava fingið útbúgving sum sosialráðgevi, arbeiddi hon á Kreppumiðstøðini í Esbjerg í eitt ár sum sjálvboðin. Familjan flutti síðani til Nuuk í Grønlandi, har tey vóru í tvey ár. Har arbeiddi hon sum sosialráðgevi. Tá ið tey fluttu aftur til Danmarkar, arbeiddi hon sum serlærari í Billund, í barnaverndartænastuni í kommununi í Kolding og sum misnýtsluviðgeri. Tá ið tey fluttu til Føroya í 2005, fór hon í starv á Psykiatriska deplinum. Eftir tað arbeiddi hon sum viðgerði á Blákrossheiminum, tá ið tað var í Havn. Í 2014 byrjaði hon í Kvinnuhúsinum.

– Tað hevur verið sera spennandi og læruríkt at fingið so nógvar arbeiðsroyndir innan ymiskt øki og á ymiskum støðum, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Umframt allar arbeiðsroyndirnar hevur hon eisini tikið nakrar útbúgvingar við síðuna av og átt tvær gentur.

Spara samfelagnum fyri nógvar útreiðslur

Í Kvinnuhúsinum og Kreppumiðstøðini, har hon nú verður leiðari, skal hon nú brúka allar royndirnar og fakliga førleikan at menna arbeiðið.

– Tað er ein dreymur at fáa fleiri fólk í starv her í Kvinnuhúsið. Allar tær sjálvbodnu kvinnurnar, sum taka vaktir uttanfyri vanliga arbeiðstíð, gera eitt fantastiskt arbeiði, og uttan tær hevði hetta als ikki borið til. Men vónandi fara vit eisini at fáa fleiri lønt starvsfólk, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Ein annar dreymur, hon hevur, er at fáa eitt tíðarhóskandi hús.

– Vit fáa sera stóra vælvild frá KFUM, og vit uppliva eisini at fáa vælvild frá øðrum pørtum, sigur hon. 

Nú skal hon saman við grunninum og nevndini arbeiða við at fáa meiri fígging til arbeiðið, so tað kann røkka longur út.

– Vit spara samfelagnum fyri nógvar útreiðslur, tí vit eru her og veita hjálp og stuðul. Tað ynski eg at varpa meir ljós á, so at vit vónandi kunnu fáa hægri játtan og stuðul til at gera arbeiðið, sigur komandi leiðarin.

Mugu onkuntíð siga nei vegna plásstrot

Fýra kømur eru, har kvinnur og í mesta lagi tvey børn kunnu gista.

– Síðstu fýra árini hevur tað verið fult í Kvinnuhúsinum mest sum alla tíðina. Tilboðið er, at kvinnurnar kunnu vera inni í tríggjar mánaðir, men so kann tað leingjast. Av og á hevur onkur verið inni í meira enn eitt ár, og tað er serliga av tí, at bústaðarneyð er, og tey ikki fáa nakran bústað. Nakrar ferðir hava vit verið noydd at sagt nei til gisting til fólk, ið hava tørv á tí. Vit kunnu tó bjóða teimum samrøður, sigur Ann-Britt Fríðheim Mortensen.

Ráðstevna og tiltøk  

Ymiskt stendur á skránni fyri framman. Millum annað skal nýggi leiðarin fyrireika ráðstevnuna ”Norðurlendskar kvinnur móti harðskapi”, sum verður fyrst í september 2020 í Føroyum. Ráðstevnan skiftir at vera í flestu av norðurlendsku londunum og Grønland.

25. november er altjóða dagur móti harðskapi, og har samstarvar Kvinnuhúsið við ”Harðskapur í parløgum”, Kvinnufelagið og Amnesty International at gera eitt átak saman.

8. mars er kvinnudagur, og tá ætlar leiðarin í Kvinnuhúsinum eisini at vera við at skipa fyri onkrum tiltaki.

Men fyrst verður tað at seta seg inn í nýggju leiðarauppgávurnar.


--------------

Nýggi leiðarin

Ann-Britt Fríðheim Mortensen er 46 ára gomul. Hon er útbúgvin sosialráðgevi og master í positivari sálarfrøði. Hon hevur millum annað eisini útbúgving innan misnýtsluøkið, mediator – konflikthandfaran og kognitivar viðgerðarhættir.

Í fjør gav hon saman við Gitte Klein út bókina "Mennandi sálarfrøði - sálarheilsa og trivnaður í verki".

Ann-Britt Fríðheim Mortensen er gift við Thomas Bo Petersen, og tey eiga tvær døtur. Tey búgva í Hoyvík.